Ferðaliðið hjá danska Ríkispolitinum er framvegis ikki liðugt við avhoyringarnar í sambandi við harðskapstilburðin í Klaksvík á Summarfestivalinum. Tveir løgreglumenn vóru meldaðir fyri at hava framt óneyðugan harðskap móti tveimum ungum dreingjum.
Ferðaliðið væntar at verða liðugt við avhoyringarnar í næstu viku, og tá verður ein frágreiðing skrivað til Ríkisadvokatin, sum letur Statsadvokatinum málið. Hesin myndugleikin tekur avgerðina, um ákæra skal reisast.
Peter Thaysen,løgregluovasti, dugir ikki at siga, nær tað verður. Politiið hevur biðið um eina skjóta avgerð, tí tað tænir meldaðu løgreglumonnunum og øllum øðrum best, sigur Peter Thaysen.