Tá eitt revsimál verður ført við donsku dómstólarnar, fer tað ikki bert rættvíst fram, men meira rættvíst enn í restini av heiminum.
Tað er niðurstøðan sambært Ritzau av einari nýggjari frágreioðing frá óhefta felagsskapinum, World Justice Projekt (WJP). Frágreiðingin, Rule of Law Index, varð kunngjørd fyri tveimum vikum síðani.
WJP hevur biðið 97.000 borgarar og 2.500 serfrøðinbgar í 97 londum um allan heim meta um teirra egna land í átta ymsum viðurskiftum: ábyrgdini hjá stjórnini, frávera av mutri, skil og trygd, grundleggjandi rættindi, gjøgnumskygd stjórnarstýring, handhevjan av lógini, borgarligt rættvísi og revsirættarligt rættvísi.
Í Danmark hava 1000 fólk verið við frá trimum teimum størstu býunum í landinum, og teirra álit á revsirættarligt rættvísi hevur sent Danmark upp á fyrsta plássi á hesum øki.
Hetta má so roknast við at smitta eitt sindur av á okkum her í Føroyum eisini.
World Justice Project er ein óheftur nonprofit felagsskapur við støð í Washington, USA, og Rule of Law Index er triðja frágreiðing av sínum slag.