Danska stjórnin vil geva borgarum innifrysta feriuløn

Vanligi lønmóttakarin kann rokna við at fáa millum 10.000 og 20.000 krónur útgoldið áðrenn skatt, um hetta uppskotið verður til veruleika

Nú skjýtur danska stjórnin upp at útgjalda donskum borgarum tvær vikur av innifrystari feriuløn. 

Tað vil siga, at nógvir danir fara at fáa nakrar túsund krónur í hendurnar, um stjórnin og flokkarnir í Fólkatinginum væl at merkja semjast um uppskotið. Hetta skriva danskir miðlar í dag. 

Tað er fíggjarmálaráðharrin Nicolai Wammen úr danska javnaðarflokkinum, sum legði uppskotið fram fyri flokkunum á Fólkatingi í dag.

Endamálið við serliga útgjaldinum er at geva danum fleiri pengara at brúka, soleiðis at ferð kemur á búskapin aftur. Eisini verður roknað við, at tað fer at skapa arbeiðspláss, um danir fáa feriupengarnar útgoldnar.

Verður hetta til nakað, so verða umleið 40 milliardir krónur útgoldnar til danir, og hetta svarar til eina búskaparliga innspræning á umleið 22 milliardir krónur aftaná skatt, skrivar DR.

Í september kemur ein nýggj feriulóg í gildi, og hetta er orsøkin til, at umleið 100 milliardir í feriupengum verða innifrystar. Talan er um ein feriugrunn, sum danir nú eru í ferð við at spara upp í, og sum upprunaliga var ætlaður til pensionistar. Hesar 100 milliardirnar svara til feriu á fimm vikur. At stjórnin skjýtur upp at brúka tvær feriuvikur svarar til 40 prosent av uppsparingini í hesum feriugrunninum.

Vanligi lønmóttakarin kann rokna við at fáa millum 10.000 og 20.000 krónur útgoldið áðrenn skatt, um hetta uppskotið verður til veruleika.

Men pengarnir verða sambært upplýsingum hjá TV2 og DR ikki útgoldnir fyrr enn einaferð í heyst.