Danska stjórnin vil leingja hjálparpakka til august

Hóast landsstýrið í Føroyum ikki ætlar at leingja hjálparpakkan við lønarendurgjaldi, so hevur danska stjórnin ikki somu hugsan. Hon vil leingja skipanina til eftir summarfrítíðina

Danska stjórnin er til reiðar at leingja skipanina um lønarendurgjald til august, tí tað er ikki hóskandi, at skipanin endar 8. juli, sum annars ætlað.

Tað segði Nicolai Wammen, fíggjarmálaráðharri, á tíðindafundi í dag. Yvir 200.000 løntakarar eru ella hava verið sendir heim við parvísari løn.

– Nú eru vit í ferð við at lata Danmark uppaftur, og tí er tað nátúrligt at kanna, hvussu vit best kunnu koma úr aftur hjálparpakkunum.

– Stjórnin hevur ta støðu, at vit vilja kanna, um tað eru partar av hjálparpakkunum, sum skulu vera í gildi eitt sindur longri. Tað kundi verið til august, sigur Nicolai Wammen.

Hjálparpakkarnir, sum vóru settir í verk í sambandi við koronavirus, vóru upprunaliga settir at enda 8. juli.

Men stjórnin vil tað øðrvísi í muni til lønarendurgjald, meðan aðrir hjálparpakkar so líðandi skulu steðga. Ein leinging av lønarhjálpini verður gjørd í eini avtalu við partanar á arbeiðsmarknaðinum og flokkarnar á Fólkatingi.

– Í næstu viku fari eg at hitta flokkarnar fyri at tosa um partar av hjálparpakkunum, sum eru gjørdir saman við hesum flokkum, sigur fíggjarmálaráðharrin.

Skipanin við lønarendurgjaldi í Danmark gevur virkjum møguleika at senda starvsfólk heim við løn. Staturin rindar 75-90 prosent av lønini upp til 30.000 krónur um mánaðin.

Virkið skal síðani gjalda restina av lønini og bindur seg samstundis til ikki at siga starvsfólkunum úr starvi.

Roknað verður við einum trípartafundi í vikuni millum stjórnina og umboð fyri arbeiðsgevarar og løntakarar. Her skal ein avtala gerast um skipanina.

– Hon stendur til at steðga í summarfrítíðini, og tað er kanska ikki best hóskandi tíðin at enda skipanina, sigur Wammen.

– Tað er ein partur av tilmælunum frá búskaparfrøðingunum, sum geva gætur, at útflutningsvinnan og framleiðsluvinnan kunnu rakast harðari seinni enn onnur vinna.

Tað eru serliga gistingarhús, matstovur og virki innan handil, sum hava sent fleiri túsund fólk til hús, men tað sæst eisini týðuliga í ídnaðinum og flutningsvinnuni.

Figgjarmálaráðharrin er eisini sinnaður at leingja skipanina, sum hon er í dag, hóast tað ikki er so avgerandi. Tað kunnu vera partar av endurgjaldinum fyri fastar útreiðslur, sum eisini er skilagott at leingja, leggur hann afturat.

Dansk Arbejdsgiverforening (DA) og Fagbevægelsens Hovedorganisation (FH) eru bæði positivt sinnað, skrivar tíindastovan Ritzau.

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, hevur sagt á tingi, at skipanin við lønarendurgjaldi endar 30. juni. Í mun til í Danmark, so rindar ALS-skipanin bara upp til 20.000 krónur í lønarendurgjaldi.

Í morgin verður tíðindafundur. Sum skilst fer landsstýrið tá at leggja fram ein hjálparpakka fyri ferðavinnuna.