Danska stjórnin fær ein ordans lúsing

Veljarakanning í Danmark vísir, at stjórnarflokkarnir hava stóra afturgongd

 

Serliga er tað Javnaðarflokkurin, sum missir í kanningini. 

Flokkurin fær 21,6 prosent, sum er 5,9 prosentstig minni enn á valinum 1. november. Vinstri fær 9,4 prosent í kanningini, sum er 3,9 prosentstig minni enn á valinum, og Moderatarnir fáa 7,2 prosent, sum er 2,0 prosentstig minni enn á fólkatingsvalinum 1. november í fjør.

Størsti vinnarin í kanningini er SF, sum fær 14,9 prosent, sum er 6,6 prosentstig meira enn á seinasta fólkatingsvali. Verður talt saman, so vísir kanningin, at tað er reyður meiriluti í Fólkatinginum. Flokkarnir vinstru megin Javnaðarflokkin høvdu fingið 91 tingsessir, meðan teir borgarligu høvdu fingið 84 tingsessir. Síðani koma teir fýra sessirnir úr Føroyum og Grønlandi.

##med2##

 

##med3##