Talan er um fyrrverandi ráðharran hjá Radikala Vinstra, sum hevur meldað seg úr flokkinum og inn í stjórnarflokkin Vinstra.
Christian Friis Bach sigur seg trúgva upp á eina stjórn tvørtur um miðjuna.
Við floksskiftinum endurreisir Christian Friis Bach innanríkispolitiska meirilutan hjá stjórnini, sum misti fyrr í ár. Stjórnin hevur tó meiriluta, um føroyska og grønlendsku fólkatingsumboðini verða tald við. Men tey atkvøða vanliga ikki í donskum innanríkismálum, tí hevur hetta floksskiftið týdning fyri stjórnina.
- Hetta er sterkasta signalið, eg kann senda, at eg trúgvi, at vit kunnu skapa stórar og jaligar broytingar frá miðjuni. Grøni tríparturin er nýggjasta góða dømið um tað. Tú kanst skapa stórar politiskar broytingar, sigur hann.
Tey Radikalu fóru úr samráðingunum um at skipa stjórn, heilt stutt áðrenn hon varð skipað í desember 2022. Hinvegin høvdu fleiri radikalar limir sum Christian Friis Bach fegin viljað verið partur av stjórnini.
Tað kann skapa úrslit, tí tað er skapt tvørtur um miðjuna, heldur 58 ára gamli fólkatingsmaðurin.
- Tú kanst gera tað í einum góðum og røttum dialogi og einum virðiligum og róligum politiskum práti. Hetta havi eg altíð trúð uppá í míni 40 ár í politikki, og hetta havi eg altíð stríðst fyri, sigur hann.
Í De Radikale hevur hann havt 11 framsøgustørv og eitt framstandandi starv, eins og hann var fyrrverandi ráðharri í menningarmálum, men hann hevur ikki avgjørt, hvørji sessir hann vil hava í Venstre.
Undir umhugsanum sínum setti hann seg í samband við formannin Troels Lund Poulsen (V) og greiddi honum frá, at hann hevði tað trupult í De Radikale. Hann hevur brúkt summarið uppá at umhugsa sítt skifti.
Hann fer úr einum lutfalsliga tryggum valdømi í Hjørring og avloysir tað við óvissu, tí veljararnir, mótsett Christian Friis Bach, enn ikki hava kunnað sæð positivu viðurskiftini hjá stjórnini tvørtur um miðjuna.
Hann heldur tó, at tað hendir áðrenn næsta val, sum í seinasta lagi skal vera um tvey ár.