Danska stjórnin missir meiriluta

Reyði vongur hevði havt meiriluta, um fólkatingsval var í Danmark í morgin

Veljarakanningarnar hava ikki verið við nýggju donsku stjórnini, sum er eitt rættiliga øðrísi projekt, har Javnaðarflokkurin og tveir borgarligir flokkar eru gingnir saman um at skipa stjórn.

Tey trý oddafólkini í stjórnini, forkvinnan í Javnaðarflokkinum, Mette Frederiksen, formaðurin í Vinstra, Jakob Ellemann-Jensen, og formaðurin hjá Moderatunum, Lars Løkke Rasmussen, hava ferðast landið runt seinastu dagarnar at greiða frá felags projekti teirra við nýggju stjórnini.

Teir tríggir stjórnarflokkarnir ganga tilsamans 9,4 prosentstig aftur í feskastu veljarakanningini. Tað merkir, at teir missa tilsamans 18 tingsessir. Tað merkir, at stjórnin hevði fallið við einum braki.

Á høgraveingi í Fólkatinginum er tað serliga Liberal Alliance, sum vinnur, tey vinna 5 prosentstig og vinna 9 tingsessir afturat.

Á vinstraveigini er tað serliga SF, sum gongur 4,1 prosentstig fram og vinnur 7 tingsessir afturat

Men um tey venda aftur til gamla valdsbýti millum vinstra og høgra í Fólkatinginum, so hevði tað verið ein reyð stjórn, tí flokkarnir á vinstraveingi fáa 88 tingsessir, meðan høgri vongur fær 87 tingsessir. Og telja vit fólkatingsumboðini úr Føroyum og Grønlandi við, so skal reyði vongur fáa tveir sessir úr Grønlandi og Føroyum fyri at tryggja sær meirilutan, meðan borgarligi vongurin má vinna tríggjar tingsessir úr Føroyum og Grønlandi. Í Grønlandi verða altíð vald tvey umboð av vinstraveinginum, og í Føroyum hevur Javnaðarflokkurin havt annan sessin út í eitt seinastu 12 árini.

Soleiðis hevði býti verið millum donsku flokkarnar, um fólkatingsval var í morgin:

##med2##