Danska verjukempan verður ikki aftur at síggja í HM

Í gjár spældi Danmark avgerandi dystin í bólkaspælinum, tá ið norðmenn stóðu fyri skotum. Danmark var omaná allan dystin, og Mikkel Hansen skeyt heili 14 mál. Føroyski Jóhan á Plógv fekk møguleikan, men tók ikki av.

 

Rene Toft Hansen, danski verjuskiparin, mátti út tá ið 15 minuttir vóru spældir. Sjálvt uttan høvuðsmannin í verjuni bar til hjá dønum at bæsa noregsmonnum.

 

Men í morgun var gjørt greitt, at skaðin Rene Toft fekk fyri rørarnar fór at halda honum úti restina av kappingini. Áhugavert verður at síggja, um ein útskifting verður gjørd. Í gjár eydnaðist tað væl hjá monnum sum Simon Hald at fylla hansara pláss, men um tað fer at halda restina av kappingini kann bert tíðin vísa.

 

Danmark spælir fyrsta dystin í millumrundini ímóti Ungarn í annaðkvøld.