Á ferð í Føroyum í fjørheyst málaði og fotograferaði danski myndlistamaðurin Jan Kjeldsen eina røð av myndum, sum í ár hava verið sýndar fram á Trudsholm kunstcenter í Danmark.
Nú vitjar hann aftur í Føroyum og hesa ferð hevur hann myndirnar við. Tær verða sýndar fram í Smiðjuni í Lítluvík frá í dag og fram til næsta fríggjadag.
Hornasteinurin í listini hjá Jan Kjeldsen er ósentimentala upplivingin og fatanin av fall náttúrunnar sum fyritreyt fyri vøkstri.
- Eg vóni, at eg gjøgnum mínar myndir kann virka við til at nútímans menniskjan og náttúran verða nærri, at ein afturjavning fer fram millum náttúru og mentan, sigur Jan Kjeldsen.
Jan Kjeldsen er føddur í 1947 og er sjálvlærdur listamaður. Hann hevur áður havt framsýningar í listafelagsskapum í Danmark og Noregi, á Holbæk Museum, Hvidovre Kunstbibliotek, Kunst- og Kulturcenter Gammelgaard í Herlev, "Toldkammeret" í Helsingør, "Kunst på Spritten" í Roskilde, og Morley Gallery í London.