11 danskar ferjur, sum næstu tíðina skulu skifta frá diesel-motorum til el-motorar, hava fingið játtað samanlagt 230 milliónir krónur í stuðli frá danska statinum. Tað skrivar Ritzau.
– Innanríkisferjurnar binda okkara land saman og eru avgerandi fyri nógv lokaløki. Samstundis eru ferjurnar ein týðandi partur av grønu umleggingini. Tí eri eg fegin um, at vit nú fáa meira grøna sigling við hesum ellivu ferjum, sigur Benny Engelbrecht, sum er ferðslumálaráðharri, sambært Ritzau.
Áhugin fyri at fáa stuðul til grøna umlegging var sera stórur, og søkt var um meira enn 850 milliónir krónur. 10 ferjur, sum kommunurnar reka, og ein ferja, sum privat eiga, fingu stuðul hesa ferð, skrivar Ritzau.