Danskar oljuinntøkur sleppa lagaliga í skatti

Sammett við hini londini við Norðsjógvin verða oljuinntøkurnar í Danmark sera lagaliga skattaðar. Donsku vísmenninir mæla til at skatta størru økini harðari enn tey minnu

Samanborið við Holland, Noreg og England førir danski staturin ein lagaligan skattapolitikk móti oljuinntøkunum, skrivar blaðið Aktuelt.

Blaðið vísir á, at tey samtøk, sum virka á donskum øki, sleppa væl í skatti, og millum hesi samtøk eru DUC við Mærsk, Texaco og Shell.

Donsku vísmenninir vænta, at donsku og útlendsku feløgini fara at vinna tilsamans 51 milliardir krónur á donskum øki komandi 13 árini.

Eftir at hava kannað og samanborið skattingina av norðsjóvarolju í Danmark, Noregi, Hollandi og Englandi siga vísmenninir, at ein progressivur skattaskali kundi verið nýttur á danska økinum.

Av norðsjóvarlondunum er tað bert England, ið hevur linari skattapolitikk enn Danmark. Bæði Noreg og Holland hava ein harðari skattapolitikk, og Holland er tað landið, sum skattar oljufeløgini harðast.


Nógv hægri enn Danmark

Hollendska skattaskipanin tekur næstan tvær og eina hálva ferðir hægri skatt frá oljufeløgunum enn danska skipanin. Danski statskassin fær 23 krónur í skatti av hvørjari tunnu av olju, meðan tann hollendski statskassin fær 54 krónur.

Hetta merkir, at um Danmark nýtti hollendsku skipanina, hevði danski statskassin bert í 1997 fingið eina meirinntøku upp á fýra milliardir krónur.

Ein framrokning, sum vísmenninir hava gjørt, vísir, at Danmark hevði fingið 62 milliardir tey komandi 13 árini, hollendska skipanin var nýtt. Við núverandi skattareglum fær Danmark hesi árini 29 milliardir í skatti. Tað er fram til 2012, tá núverandi loyvisavtala gongur út.

Donsku vísmenninir gera tó vart við, at ein orsøk til at Holland fær hægri skattainntøku av oljuvirkseminum er, at í Hollandi verður olja framleidd á landi, og sostatt er talan um ein framleiðsluhátt, sum ikki er so kostnaðarmikil sum at vinna olju úr havinum.


Fleiri oljumilliónir

í kassan

Tí kann Danmark ikki fáa somu skattainntøkur sum Holland.

- Men haðani og til at hava so lagaligar treytir, at flent verður eftir okkum, kann ikki verða meiningin, sigur Martin Glerup við Aktuelt. Hann er orkupolitiskur orðførari hjá danska javnaðarflokkinum.

Hann kann saktans ímynda sær, at staturin kann fáa ein størri part av oljuinntøkunum í framtíðini, og hann leggur dent á, at við-komandi loyvissamráðingar er neyðugt at vera vakin, men hann leggur dent á, at núverandi avtalur skulu ikki broytast.

Orsøkin til lága skattatrýstið á oljuvirksemi í Danmark er, at staturin hevur ynskt at hava stórt virksemi í norðsjónum innan leiting og útvinnan, soleiðis at Danmark kundi gerast sjálvveitandi við olju og harvið óheft av øðrum londum. Tað er greitt, at skattapolitikkurin hevur havt við sær, at Danmark er vorðið sjálvveitandi í dag.

Tó vísa vísmenninir á, at skattaskipanin kann betrast, og teir halda, at størru økini skulu skattast harðari enn tey minnu økini, soleiðis at staturin fekk fleiri oljumilliardir í kassan.