Danskar stjørnur í SMS

Leygardagin 23. august vitja tveir kendir danir í SMS.
Talan er um teir báðar rappararnar Nik & Jay, sum teljast millum heitastu nøvnini í donskum tónleiki nú á døgum.

Eisini í Føroyum hava teir stóran fjepparaskara, og øll hesi fáa møguleikan at hitta teir í SMS.
Klokkan 13.00 leygardagin 23. august koma Nik & Jay í SMS at vitja, og har verður møguleiki at fáa autografar frá teimum báðum.
Konsert
Seinni hetta kvøldið hava Nik & Jay konsert í ítróttarhøllini á Hálsi, og longu nú ber til at onga sær atgongumerki til konsertina. Tey verða seld á Shell-støðunum kring landið, og eisini ber til at keypa tey í SMS, tá ið Nik & Jay vitja har.
? Alt er komið upp á pláss við konsertini, og nú vóni eg bara, at undirtøkan fer at vera góð, sigur Elin í Stórustovu, sum skipar fyri konsertini.
? Tað byrjaði av reinum áhuga, at eg setti meg í samband við Nik & Jay. Eg hevði ikki roknað við, at teir vildu koma hendan vegin at hava konsert, men tað vísti seg, at tað vildu teir fegnir.
Steðga í nakrar dagar
Nik & Jay koma til landið fríggjadagin 22. august, og teir fara ikki avstað aftur fyrr enn mánadagin 25. august, so umframt framførslurnar í Føroyum fáa teir eisini ein smakk av landinum og fólkinum.
Tey eru 14 tónleikarar í ferðalagnum, og afturat sjálvum høvuðspersónunum báðum eru eisini tónleikarar, ljóð- og ljósfólk og onnur hjálparfólk.
? Tað eru nógvar útreiðslur av einum slíkum tiltaki, og tí hevði tað als ikki latið seg gjørt uttan teir góðu stuðlarnar, sum eg havi fingið til tiltakið, sigur Elin í Stórustovu.
Stjørnurnar veðra á Torginum í SMS leygardagin 23. august kl. 13.00.