Fyrstu nøvnini til ársins G! Festival eru nú avdúkaði, og talan er um donsku bólkarnir Veto og Spleed United. Summari nærkast, og festivalarnar byrja so smátt at avdúka ársins tónleika nøvn. G! Festivalurin má sigast at verða komin fyri seg aftur, tí tveir teir fyrstu bólkarnir eru donsku stjørnurnar Veto og Spleed United.
Hesir bólkar eru sera væl umtóktir í Danmark, og millum annað hava báðir bólkar vunnið stórar heiðurslønir fyri teirra nýggjastu fløgur.
Tað er nærliggjandi at samanbera hesar fyrstu bólkarnar á G!-skránni við aðrar góðar danskar bólkar, sum eisini hava verið á G! ? til dømis Kashmir og Nephew, sum báðir vóru á toppinum, tá ið teir vitjaðu Gøtusand. Men hetta er ikki einasta samanberingin sum kann gerast við Nephew, tí báðir bólkarnir, Veto og Spleen United, hava arbeitt við sama framleiðara, sum framleiddi báðar tær seinastu Nephew-útgávurnar, Carsten Heller. Carsten hevur framleitt ta fyrru Spleen United fløguna og ta nýggjastu Veto fløguna.
G! Festivalurin fer at avdúka stóran part av skránni hesa vikuna, og meira tíðindi verða at frætta á Planet seinni í vikuni.