www.sparikassin.fo
?
Danske Bank hevur verið ein rættiligan innkeypstúr í Írlandi og Norðurírlandi. Brúkt-ar eru 10,4 mia. kr., og burturúr eru fingnir tveir bankar: National Irish Bank í Dublin og Northern Bank í Belfast. Talan er um tveir privatkundabankar við til-samans 3100 starvsfólkum og 154 deildum.
Hetta er størsta keypið hjá Danske Bank uttan fyri Skandinavia
Í fráboðan síni til virðisbrævamarknaðin í Keypmannahavn skrivar Danske Bank, at keypið er í tráð við ynski bankans um at leggja størri dent á marknaðin fyri privat-kundar.
Sambært bankanum eru teir báðir írsku bankarnir væl fyri fíggjarliga, og bygnaðurin minnir nógv um tann hjá Danske Bank. Kortini sær danski bankin møguleika fyri at "bøta um tilboðini til kundarnar, økja effektivitetin og inntøkurnar í teimum báðum bankunum".