Kreditmetingarstovnurin Standard & Poor's hevur gjørt av at lækka kredditmetingina hjá Danske Bank, soleiðis at metingin, sum higartil hevur itið A/A-1, nú er sett til A-/A-2.
Ein meginorsøk til kreditlækkingina er, at Danske Bank stríðist framvegis við stórar niðurskrivingar eftir eitt miseydnað ævintýr í Írlandi, og harafturat vísir S&P á, at tað framvegis eru avbjóðingar á summum økjum í Danmark.
Danske Bank sigur, at hann tekur kreditmetingina til eftirtektar. Samstundis heftir bankin seg við, at S&P sigur bankan vera í einari sterkari støðu, og at gjaldførið er í lagi.
Í desember lækkaði metingarfyritøkan Fitch kreditvirðið hjá Danske Bank.