Í einari nýggjari kanning liggur Danske Bank í aftastu røð, tá ræður um ráðgeving til privat viðskiftafólk. Men, tað er ikki bara innan ráðgeving, at Danske Bank liggur í aftastu røð. Soleiðis er eisini, tá spurt verður um trúvirði.
Tað veit www.finans.dk at siga.
Víst verður til eina spurnarkanning, sum ráðgevarahúsið Voxmeter hevur gjørt, har tilsamans 39.000 tilvildarligir danir eru spurdir. Kanningin byggir á 20 teir størstu bankarnar í Danmark.
Vánaliga úrslitið, sum Danske Bank og aðrir stórir bankar, eitt nú Jyske Sparekasse og Nordea, fáa í kanningini, heldur stjórin í Voxmeter vera eina avleiðing av fíggjarkreppuni.
- Vit skulu minnast til, at Danske Bank hevur mist so nógv viðskiftafólk, at hetta svarar til allan Sydbank. Hesi fóru úr bankanum, tí tey vóru ónøgd ella - eftir teirra tykki - vóru fyri vánaligari viðfer í bankanum, sigur Christian Stjer, stjóri í Voxmeter.
Hann vísir á, at fyrrverandi viðskiftafólk í Danske Bank framvegis eru ørg inn á bankan, og tað kunnu saktans ganga ára tíggjur, áðrenn viðskiftafólk, sum eru farin aðrar vegir, fara at snakka positivt um bankan aftur.
Spurnarkanningin, sum Voxmeter hava gjørt, snýr seg um, hvat ein breiður hópur av fólki heldur um stóru bankarnar. Hinvegin fær Danske Bank eitt annað og betri úrslit, tá fólk, sum í dag eru viðskiftafólk hjá bankanum, verða spurd.
Privatkundastjórin í Danska Bank, Thomas Mitchell, vísir á, at tað er bara ein uppskrift upp á størri nøgdsemi, og tað er áhaldandi at veita viðskiftafólki góðar upplivingar og vera ein langskygdur, sunnur og sterkur banki fyri viðskiftafólkini.