Danske Bank sparir 2.000 størv burtur

Danske Bank hevur í morgun kunngjørt roknskapin fyri triðja ársfjórðing, og har boðar bankin frá, at tey næstu trý árini skulu 2.000 størv sparast burtur. Talan verður kortini ikki um uppsagnir.

Hetta var ikki tað einasta neiliga í fráboðanini frá bankanum, tí rakstrarúrslitið fyri triðja ársfjórðing var heldur einki at reypa av. Úrslitið var 1,5 milliard krónur eftir skatt, og tað var væl minni, enn greinarar høvdu væntað. Eitt nú vóru handilsinntøkurnar eina milliard krónur minni, enn greinarar høvdu roknað við, at harafturat hevði bankin meiri enn 700 milliónir krónur í halli av sínum tryggingarvirksemi.

Í sambandi við roknskapin fyri triðja ársfjórðing boðar bankin formliga frá, at aðalstjórin tey seinastu nógvu árini, Peter Straarup, fer frá í næstum. Peter Straarup er 60 ára gamal.