Danski málmaðurin Lars Høgh deyður

Danska OB-legendan Lars Høgh doyði í dag stillisliga við konu síni undir liðini. Fyrrverandi danski landsliðsmálmaðurin gjørdist 62 ár.

 

Lars Høgh spældi 817 dystir fyri danska fótbóltsfelagið OB. Hann sovnaði stillisliga í dag eftir longri sjúkralegu við krabba. (Arkivfoto) - Foto: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Fyrrverandi málmaðurin á danska fótbóltslandsliðnum doyði í dag eftir longri sjúkralegu við krabba. Tað upplýsir familja hansara í einum telduposti. Hann gjørdist 62 ára gamal. Hann var eisini eitt skifti málmansvenjari hjá føroyska landsliðnum.

 

– Tað er við stórari sorg, at vit mugu boða frá, at høgt elskaði, lívsglaði og altíð positivi Lars er sovnaður stillisliga í kvøld, skrivar familjan .

 

Eitt skiftið fyrst í øldini var Lars Høgh partur av venjaratoyminum hjá føroyska fótbóltslandsliðnum.

 

Lars Høgh spældi 817 dystir fyri OB og var danmarksmeistari í 1977, 1982 og í 1989. Hann spældi harumframt átta dystir fyri danska landsliðið.

 

Á vøllinum er hann serliga kendur fyri stóra lut sín í útivallardystinum hjá OB ímóti Real Madrid í Uefa Cup í 1994, tá tað á undursaman hátt eydnaðist fjónbúgvum at vinna 2-0 á spanska stórfelagnum.

 

Lars Høgh mátti stríða seg til fleiri bjargingar, áðrenn liðfelagarnir Ulrik Pedersen og Morten Bisgaard skoraðu málini, sum fingu OB víðari í kappingini.

 

/ritzau/

 

 

 

 

 

Lars Høgh spældi 817 dystir fyri danska fótbóltsfelagið OB. Hann sovnaði stillisliga í dag eftir longri sjúkralegu við krabba. (Arkivfoto) - Foto: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix