Danski lordurin aftur í enskum fótbólti

Lord Bendtner, tað er Nicklas Bendtner, er aftur í enskum fótbólti.

 

Danski framherjin hevur nú skrivað undir sáttmála við gamla stórfelagið Nottingham Forest, sum í dag spælir í næstbestu ensku deildini.

 

Nicklas Bendtner hevur spælt fyri fleiri evropisk stórfeløg, men seinastu tíðina hevur gingið verri. Í apríl í ár gjørdi týska felagið Wolfsburg av at siga sáttmálan við danska framherjan upp. Áðrenn tað hevur Nicklas Bendtner spælt fyri Arsenal frá 2005 til 2014. Part av tíðini var hann lándur út til Birmingham City, Sunderland og Juventus.

 

Longu um tvær vikur, 20. septembur, skal nýggja felag hansara spæla móti Arsenal, í triðja umfari av ensku ligasteypakappingini. 

 

Sáttmálin millum Nottingham Forest og Nicklas Bendtner er galdandi í tvey ár.