Danski sølumaðurin sum fall fyri Føroyum

Erling Lydersen var ein vanligur danskur sølumaður, tá hann fyrstu ferð ferðaðist í Føroyum í 1964. Síðani tá hevur hann vitjað her 70 ferðir, og nú metir hann Føroyar vera sítt annað heimland

Eyðun Klakkstein

Taastrup


Erling og Elsa Lydersen

Tað ljóðar sum eini vanlig føroysk hjún. Og tað kundu tey í grundini eisini verið. Men soleiðis er ikki.

Tey eru donsk og búgva í Taastrup, sum liggur stutt uttanfyri Keypmannahavn. Tey tosa danskt, hava eina danska villa í einum donskum umhvørvi, og tey fylgja við í donskum fjølmiðlunm.

Men tey hava eisini eitt serliga gott samband til Føroya. So gott, at tey kalla Føroyar teirra næsta heimland.

Í húsunum hjá teimum eru eisini fleiri tekin um, at tær 18 oyggjarnar mitt úti í Atlantshavinum eiga hjartarúm, eins væl og pláss á vegginum, har fleiri føroyskir málningar hanga.

Hetta er søgan um tann danska sølumannin og konu hansara, sum forelskaðu seg í føroyska landslagnum og føroyska fólkinum. Hann hevur verið sjeyti ferðir á oyggjunum seinastu 35 árini, og hann sigur seg hava fleiri vinfólk í Føroyum, enn hann hevur í Danmark, har hann býr og arbeiðir.

Konan hevur verið við á nógvum ferðum hansara, og hon er stolt av at eiga øll tey føroysku frímerkini, sum eru útgivin.

Og tá hann tekur fram eina mappu við ymsum føroyskum útklippum og pappírum sæst, at hann hevur gjørt sær ómak við at skriva »Føroyar« við stórum, feitum bókstavum uttan á mappuni.


Tordi ikki at flúgva til Føroya

Erling Lydersen hevur síðani november mánaða í 1960 arbeitt hjá Braun í Danmark. Hann hevur verið við til at byggja fyritøkuna upp frá ongum og til tað, hon er í dag.

9. juni í ár fekk hann sekkin, og fyri einum góðum mánaði síðani var hann í Føroyum fyri seinastu ferð sum sølumaður hjá Braun. Men har endar søgan neyvan, og tað er í hvussu so er ikki har, hon byrjar.

Søgan byrjar fyri 35 árum síðani í Kongens København, har Erling Lydersen fekk hugskotið um at fara til Føroyar at selja vørur hjá Braun.

- Eg fekk í grundini hugskotið frá einum sølumanni hjá Louis Poulsen, sum eg kendi. Teir høvdu nógv samband við Føroyar, og hann helt, at eg skuldi royna tað eisini, greiðir Erling Lydersen frá.

Men nei, tað helt stjórin hjá honum ikki var nakað gott hugskot.

Og so gloymdi Erling Lydersen alt um Føroyar, til hann ein dag í 1964 var biðin um at koma á skrivstovuna hjá stjóranum. Nú var vent í holuni. Høvuðsskrivstovan í Týsklandi vildi hava donsku fyritøkuna at taka sær av Føroyum, Grønlandi og Íslandi, og nú fekk Erling Lydersen kjansin at fara til Føroya.

- Hvussu sleppi eg til Føroya, spurdi hann stjóran

- Tú kanst bara fara út á flogvøllin í Kastrup og taka eitt flogfar, svaraði stjórin.

Erling Lydersen kom á flogvøllin, men tá hann sá flogfarið, sum skuldi flúgva hann til Føroya, vendi hann nøsini heimaftur á skrivstovuna.

- Flogfarið var so lítið, at eg tordi ikki at fara við tí, sigur hann. Ístaðin fekk hann ferðaseðil við Tjaldrinum, sum skuldi sigla úr Keypmannhavn til Føroya Kristi Himmalferðardag í 1964.

Ein av skrivstovukvinnunum møtti upp á bryggjuni við einum metri av sjokulátu.

- Tað fekk eg við mær, so eg fór at keða meg minni á ferðini til Føroya, fortelur Erling.


Sigldi runt við Tjaldrinum

Fyrsta ferðin til Føroya gekk væl, og danski sølumaðurin var bergtikin av Føroyum, fyrstu ferð hann kom til landið.

Vit stóðu á dekkinum og hugdu, tá Tjaldrið kom á Havnina, og tað var ein imponerandi sjón. Býurin var ikki stórur, men litirnir vóru nógvir, og slíka sjón hevði eg ongantíð áður sæð.

Ferðamøguleikarnir í Føroyum vóru tá í tíðini ikki sum teir eru í dag, og tí helt Erling, at lættasta loysnin var at sigla runt við Tjaldrinum og møta nýggjum viðskiftafólkum.

Við sær hevði Erling fitt av vøru, og tað var eitt baks, hvørja ferð alt hansara úrval skuldi av Tjaldrinum og út til okkurt viðskiftafólk. Við sær hevði hann millum annað rakimaskinur og hondpískarar.

- At eg sigldi runt við Tjaldrinum gjørdi, at alt skuldi leggjast til rættis eftir, nær Tjaldrið var frammi. Tað kundi verða seint á kvøldi ella tíðliga um morgunin, men fólkini, sum eg skuldi hitta, vóru altíð til reiðar at taka ímóti, greiðir Erling frá.

Tjaldrið sigldi til Klaksvíkar, Runavíkar og Suðuroyar, og á hesum støðum fekk Erling so nýggj viðskiftafólk.

- Fyrsta ferðin eydnaðist nógv betur, enn nakar av okkum hevði torað at droymt um frammanundan. Eg seldi fyri 28.000 krónur á fyrstu ferðini, og tað var stjórin hjá mær imponeraður av. Tað var ivaleyst eisini tí, at eg eftir tað fekk til uppgávu at gera tvær ferðir til Føroya um árið.

Og tær ferðirnar hava givið Erlingi Lydersen eitt serligt samband til Føroyar. Kona hansara hevur síðani fyrstu ferðina ofta verið við í Føroyum, sjálvt um hon sjálv hevur verið noydd at gjalda fyri sína ferð.

Erling Lydersen minnist nógvar hendingar frá farnu døgum, tá øll høvdu so góðar stundir til at práta og hugna sær.

- Eg fekk eitt nógv tættari forhold til mínar kundar í Føroyum, enn eg sum heild fekk í Danmark. Í Føroyum vóru altíð stundir til at práta, og eg havi fingið nógvar vinir millum míni viðskiftafólk, sigur Erling Lydersen.

Hann minnist eina hending í Suðuroy, sum staðfesti stóra munin millum føroyska og danska samfelagið.

- Ein maður, sum skuldi lata ein handil upp, ringdi til mín klokkan 10 um kvøldið, og spurdi um eg ikki kundi koma at vitja hann. Jú, tað kundi eg væl. So settu vit okkum niður at tosa um vørur og annað, sum hoyrdi til. Á midnátt fór konan hjá honum at baka bollar, og um hálvgum tvey tíðina komu nýbakaðir bollar á borðið. Slíkt havi ongantíð upplivað nakra aðrastaðni, sigur hann.

Í fleiri ár sigldi Erling Lydersen til Føroya, men tá Tjaldrið gavst at sigla, fór hann ístaðin í luftina. Fyrst var tað Iceland Air, sum flutti Braun-sølumannin til Føroya, seinni Maersk, og nú brúkar hann bara føroyska flogfelagið, Atlantsflog.

- Fráferðirnar hjá Atlantic passa betur til mín, og tá nógvir av mínum kundum bara brúka føroyska flogfarið, so helt eg eisini, at tað skuldi eg gera, sigur hann.


Veðrið spældi puss

So hvørt sum ferðamøguleikarnir í Føroyum vórðu betraðir, bar betur til hjá Erlingi at leiga sær bil og koyra kring landið.

- Fyrr brúkti eg 10 dagar í Føroyum, og tað vóru góðar stundir til øll viðskiftafólkini, men seinnu árini hevur fyritøkan hildið tað verið nóg mikið við fýra døgum, og tað hevur havt við sær, at eg havi verið noyddur at gera eitt sindur skjótari av, sigur hann.- Men tað er eisini hent ein øðilig menning í føroyska samfelagnum ? tað kann ikki samanberast, hvussu tað var fyrr, og hvussu tað er nú. Føroyar eru nú nógv meira eitt vanligt vestureuropeiskt land, enn tað var áður. Fyrr hendi ikki so nógv, og tað vóru góðar stundir til ein sølumann. Nú gongur alt so nógv skjótari fyri seg.

Erling Lydersen hevur sum vera man bæði upplivað gott veður og illveður í Føroyum.

- Einaferð eg hevði verið í Runavík, var rættilig kavaódn. Eg skuldi sigla til Havnar, men á bryggjuni á Toftum sást einki til nakra ferju. Tá helt ein av kundunum hjá mær, at vit skuldu koyra til Havnar. Har vóru eisini onkrar kvinnur, sum skuldu til Havnar, og tær skuldu so koma við okkum. Og ja, tú koyrir bara frammanfyri, helt kundin hjá mær fyri. Og so fóru vit avstað til Havnar í ringum veðri. Vit koyrdu eftir oynni, men tíbetur, vit komu til Havnar í øllum góðum, men tað var ein minniligur túrur, fortelur Erling.

- Tey á Hafnia plagdu altíð at lurta eftir veðurtíðindunum fyri meg, so tey kundu siga mær, hvussu veðrið fór at verða um dagin, tá eg skuldi til Runavíkar ella til Klaksvíkar. Mær dámdi best at vita, hvussu veðrið fór at verða, áðrenn eg fór avstað, men viðhvørt gloymdi eg at spyrja.


Hann fekk sekkin

Við ársbyrjan í ár var Braun lagt saman við Gillette, sum hevur átt Braun síðani 1967. Nýggj leiðsla kom í Danmark, sum nú hýsir høvuðsskrivstovuni hjá nýggja Gillette Group í Norðurlondum.

Og 9. juni í ár hevði hetta við sær, at Erling Lydersen varð biðin um at koma inn til nýggja stjóran. Eitt uttanfyristandandi virki hevði kannað fyritøkuna, og eyguni fullu á aldurin hjá Erlingi Lydersen, sum verður 63 fyri jól. Tað hildu teir ikki, at samanlagda fyritøkan kundi byggja eina framtíð á, og tí fekk Erling sekkin.

- Eg var skelkaður, tá eg fekk boðini, tí eg hevði als ikki væntað tað. Eg helt, at eg hevði eina stóra uppgávu fyri framman í nýggju fyritøkuni, men tað helt leiðslan ikki, og eg ivist ikki í, at aldurin hjá mær hevur verið orsøkin, sigur Erling Lydersen.

- Seinasti arbeiðsdagurin hjá mær verður 29. februar næsta ár, og tað er í sama ári, sum eg kundi havt 40 ára jubileum í fyritøkuni. Tað er í november mánaði, men nú kvetti leiðslan í fyritøkuni høvdið av mær beint undan hesum, og tað var eg ómetaliga vónbrotin av.

Men Erling er ikki meira beiskur enn, at hann framvegis starvast hjá Gillette, og hann ætlar at gera eitt gott arbeiði líka til seinasta arbeiðsdagin.

- Eg var við til at byggja Braun upp í Danmark, og fyritøkan var sum eitt barn fyri meg. Eg var sølustjóri í eini 30 ár, og tí er tað trupult at siga farvæl.

Nú hevur Erling fingið til uppgávu at venja nýggju sølumenninar hjá Gillette, og tá gomlu kundarnir senda boð eftir honum, er hann altíð reiðar at rykkja út. Kona Erling heldur, at fyritøkan næstan hevur vent í holuni, tí teir hava spurt hann, um hann fer at finna sær eitt annað arbeiði, ella um hann kann verða tøkur teir 200 tímarnar um árið, sum hann hevur loyvi at arbeiða, meðan hann fær eftirløn.

- Eg havi eisini hoyrt okkurt graml um, at eg skal við til Føroya, tá nýggi sølumaðurin fer fyrsta túrin, og tað eri eg klárur til. Men annars var mín seinasti túrur í oktober mánaði í ár. Kundarnir hjá mær í Føroyum vildu tó ikki siga farvæl til mín. Teir søgdu bara »vit síggjast«, fortelur Erling.


Fingu skeld frá Leif Mohr

Og ferðirnar til Føroya hava givið Erlingi og Elsu Lydersen nógv vinfólk, sum tey altíð royna at vitja, tá tey eru í Føroyum.

Abbi Erling hevur eisini ferðast nógv til Føroya. Í eina hálva øld førdi Lydersen M/S Island hjá DFDS millum Danmark, Føroyar og Ísland. Hann var væl kendur og væl lýddur í Føroyum.

- Eg minnist bara abba mín eftir, at hann var givin at sigla. Hann roykti pípu og hevði kaskett á høvdinum. Í Føroyum havi eg fleiri ferðir upplivað, at eg skuldi heilsa upp á fólk, tí tey kendu abba mín, sigur Erling.

Eftirnavnið Lydersen er rættiliga sjáldsamt í Danmark. Í Føroyum er tað helst betri kent, og tað hevur eisini havt onkrar fyrimunir við sær.

- Føroyingar hava altíð stavað eftirnavnið hjá mær rætt, tí teir kenna tað úr Føroyum. Í Danmark eru altíð trupulleikar við mínum eftirnavni, og eg verði altíð noyddur at stava tað fyri fólki. Men hóast tað hevur tað mangan verið stavað skeivt, sigur Erling, sum eingin skyldfólk hevur í Føroyum, og tí hevur sítt eftirnavn frá donskum ættarfólki.

Men vinir, ja, teir hevur hann nógvar av í Føroyum.

- Seinnu árini hevur tað verið nóg mikið av døgum til kundarnar, men alt ov fá kvøld til vinfólkini, sigur Erling.

- Fyrr var Leif Mohr mín størsti kundi, og vit høvdu eitt framúr gott samband við hvønn annan. Vit kundu saktans sita í hørðum samráðingum um dagin, og so hugna okkum um kvøldið. Tað var eingin trupulleiki við tí. Leif var næstan sum ein pápi hjá mær. Hann ansaði væl eftir mær, meðan eg var í Føroyum, og tá eg hevði verið í Klaksvík ella í Suðuroy, so skuldi eg altíð ringja til hansara, tá eg var komin aftur til Havnar. Bara fyri at siga, at alt var í lagi.

Tað var eisini í fyritøkuni Leif Mohr, at Erling hitti Gissur Patursson, sum er ein av hansara bestu vinum í Føroyum.

- Eg og Gissur orkaðu ikki fyri hvør øðrum at byrja við. Hann var rættiliga ungur, tá hann byrjaði hjá Leif Mohr, og hann helt meg ivaleyst vera ein smartan danskara, meðan eg hugsaði mítt um hendan unga føroyingin. Men so tók Leif Mohr fatt. Vit vórðu báðir bidnir um at koma inn á skrivstovuna hjá honum, og fingu vit eitt slíkt skeld, sum eg seint gloymi, og síðani hevur støðan verið ein onnur. Gissur er ein av bestu vinunum hjá mær og Elsu, og vit hava nógv samband við hann.

- Á Hotel Hafnia hava vit havt eitt heim í Føroyum. Har hava vit fingið slíka viðferð og tænastu, sum eg aldrin havi upplivað nakra aðrastaðni í heiminum. Tey hava verið nakað heilt fyri seg, heldur Erling.

Hóast handilsferðirnar til Føroya nú eru av ? kanska ger Erling eitt eykanummar næsta oktober ? ætlar hann sær at vitja Føroyar í framtíðini.

- Okkara heim hevur altíð verið nógv merkt av Føroyum, og tí ber tað als ikki til hjá okkum bara at kvetta við Føroyar, fyri tað um eg gevist sum sølumaður. Vit skulu nokk vitja aftur, sigur hann.