Danski verjustjórin sendur til hús eftir fregatt-málið

Danski verjumálaráðharrin hevur ikki longur álit á verjustóranum, Flemming Lentfer. Nýggjur verjustjóri er Michael Hyldgaard.

Danski verjumálaráðharrin Troels Lund Poulsen hevur ikki longur álit á verjustjóranum. - Foto: Emil Helms/Ritzau Scanpix

Verjustjórin Flemming Lentfer er sendur til hús, upplýsir danski verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen á tíðindafundi.

Tað merkir sambært verjumálaráðnum, at eitt persónsmál verður reist ímóti Lentfer, og tað kann føra til endaliga uppsøgn.

Hann verður sendur til hús eftir eitt mál, har fregattin »Iver Huitfeldt« er í miðdeplinum.

Ráðharrin hevur ikki longur álit á Lentfer, men Troels Lund Poulsen vil ikki siga, hví hann ikki hevur tað longur.

– Við avbjóðingunum, vit hava, tørvar okkum nýggjan verjustjóra, sigur Troels Lund Poulsen.

Boðini koma eftir málið um tekniskar feilir við fregattini »Iver Huitfeldt«.

Málið kom alment fram í gjár, tá verjumiðilin Olfi visti at siga, at »Iver Huitfeldt« misti streymin og at lóðrið var óvirkið undir einum dronuálopi 9. mars.

Í gjár kravdi Troels Lund Poulsen eina skjóta frágreiðig um málið. Tað fekk hann í morgun frá verjuleiðsluni, sigur ráðharrin. Partar av innihaldinum fekk TV 2 fatur á, áðrenn ráðharrin kundi greiða framsøgufólkunum í verjumálum frá smálutunum.

Í frágreiðingini fríkennir verjuleiðslan seg sjálva og upplýsir sambært TV 2, at Verjumálaráðið var kunnað um teknisku feilirnar við fregattini.

Hesum vísti Troels Lund Poulsen greitt aftur í gjár, og tað endurtekur ráðharrin í dag á tíðindafundi.

– Eg havi ikki verið vitandi um hasa frágreiðingina, sum kom frá skiparanum 13. mars. Eg meti hetta sera álvarsamt, sum er hent, sigur Troels Lund Poulsen.

Ráðharrin sigur harumframt, at hann undan tíðindafun hevur fingið enn eina frágreiðing frá verjuleiðsluni við øðrum upplýsingum, enn teimum, sum lóku út. Hvørjar upplýsingar vil ráðharrin ikki siga. Men hann hevur biðið um eina endaliga frágreiðing, sum skal vera klár í næstu viku.

Skrivstovan hjá Verjumálaráðnum varð 15. mars sambært TV 2 kunnað um avbjóðingar við vápnaskipanini. Síðani skuldi hava verið ein fundur 18. mars, har støðan varð meira gjølla lýst fyri Verjumálaráðnum.

Upplýsingarnir eru ikki nevndir í frágreiðingini, sum lak út, sum sambært Troels Lund Poulsen altso er dagførd.

Til ítøkiligu upplýsingarnar sigur Troels Lund Poulsen:

– Eg royni ikki at fjala nakað. Tað hava verið ymsar fatanir av, hvat er upplýst á einum fundi 18. mars.

Michael Hyldegaard, generalmajorur, verður virkand verjustjóri, upplýsir ráðharrin.

Á tíðindafundinum nevnir ráðharrin eisini tíðindi um vápnakeyp frá ísraelska vápnaframleiðaranum Elbit. Her eru enn ikki lætnir rættir upplýsingar um útreiðslurnar, sigur Troels Lund Poulsen.

Tað verður sambært ráðharranum »farið munandi út um fíggjarætlanina«. Møguliga upp á yvir eina milliard krónur.

– Tað er avgjørt ikki nøktandi, sigur Troels Lund Poulsen.

Hann upplýsir eisini, at Elbit-skipanin skuldi verið klár síðst í 2025, men at tað tó ikki verður fyri enn síðst í 2026.

/ritzau/

 

Danski verjumálaráðharrin Troels Lund Poulsen hevur ikki longur álit á verjustjóranum. - Foto: Emil Helms/Ritzau Scanpix