Tjóðbankin og aðrir peningastovnar hava bjargað Ebh-bankanum, og Saxo Bank koyrir nógv fólk til hús Fíggjarkreppan ger framvegis um seg í Danmark.
Ehb Bank kunngjørdi í gjárkvøldið, at hann hevði fingið tilsøgn frá Tjóðbankanum og øðrum peningastovnum um gjaldføri. Sambært bankanum kann støðan kortini ikki samanberast við tað, sum hendi Roskilde Bank.
Ein annar danskur banki, Saxo Bank, kunngjørdi í morgun, at hann hevur gjørt av at senda ein triðing av starvsfólkinum til hús. Bankin hevur umleið 1.000 starvsfólk í Danmark, og av teimum fáa millum 320 og 340 sekkin.