Helst mest umtalaða støðan í landskappingardystinum millum KÍ og Víkingi farna vikuskiftið var, tá Ransin N. Djurhhus valdi at geva Álvi F. Christiansen gult fyri at fella Pillip Djordjevic, tá hesin og tveir aðrir Víkingar høvdu kós móti málinum, og bara ein KÍ spælari var eftir umframt Álv.
Les eisini: Gult ella reytt kort?
Dansk Fodbolddommer Union(DFU) hevur ein Twitter síðu, har tað ber til at senda spurningar um ávísar dømingar. Síðani hyggja teir at støðuni og gera so sína meting.
Les eisini: Samandráttur frá dystinum KÍ - Víkingur 2-4
In.fo sendi teimum kykmyndirnar frá hendingin í dystinum millum KÍ og Víkingi. Svarið er greitt – gult kort.
- Hann frátekur ikki ein upplagdan málmøguleika. Taklingin er heldur ikki meira enn til gul. So gult kort, er svarið fra DFU, sum í klippinum ikki hevur fingið at vita hvørja revsing dómarin, Ransin N. Djurhuus, gav KÍ spælaranum.
Ósamdir fótbóltskjakarar
Yvur 200 kjakarar á Facebook kjaksíðuni “Fótbóltskjak” hava atkvøtt, um teir meta at talan er um reytt ella gult kort. Kjakarnir fingu møguleikan at síggja hendingina á kykmyndnum og síðani atkvøða fyri einum av teimum møguleikum:
- Ja, gult kort var í ordan (74 atkvøður)
- Nei, har skal tað verða reytt kort (130 atkvøður)
Sostatt eru føroyskir fótbóltskjakarar ikki heilt samdir um revsingina fyri taklingina hjá Álvi F. Christiansen. Meirilutin metir tó, at talan er umr eytt kort, meðan dómararnir, bæði teir, ið dømdu dystin og DFU, eru á einum máli um, at talan í hasum førinum er um gult kort.
Til ber at síggja umtalaður hendingina við at trýsta á pílin á myndini
Sostatt kunnu vit staðfesta, at tað ikki heilt er samsvar millum fótbóltsáhugaðar føroyingar og dómararnar. Men í hesum førinum hevur Ransin N. Djurhuus og hansara hjálpardómarar avgeitt støðuna eftir bólkini, um vit taka útgangsstøði eftir svarinum frá DFU.