Danskir havgranskarar fáa nýtt skip

Tað er ikki bara Noreg, Svøríki og Ísland, sum eiga nútímans havrannsóknarskip. Tað eiga Føroyar eisini, og nú skulu danir eisini hava nýtt skip til havrannsóknir.

Nýggja havrannsóknarskipið, sum skal verða liðugt í 2025, fer at kosta einar 320 miljónir krónur.

 

 

- Privatir íleggjarar hjálpa nú dønum at fáa eitt nýtt og harðliga tiltrongt havrannsóknarskip. Noreg, Svøríki og Ísland hava skip, sum eru nóg meira nútímans enn danska havrannsóknarskipið, Dana, er.

 

Tað skrivar kystmagasinet.no í dag. Helst veit heimasíðan ikki, at Føroyar eisini hava fingið spildurnýggja havrannsóknarskipið, Jákup Sverra, og at Grønland fær eitt nýtt havrannsóknarskip um fáar vikur.

 

- Ísland hevur eitt nú 70 metrar langa, Árna Friðriksson, sum er bygdur í ár 2000, og Ísland er eisini í holt við útbjóðingarumfør í samband við bygging av einum nýggjum havrannsóknarskipi.

 

Kystmagasinet leggur aftrat, at Noreg hevur eitt nú G. O. Sars, sum er 75 metrar langur, bygdur í 2003 - og Svøríki hevur spildurnýtt havrannsóknarskip, 69 metrar longu, Svea, sum er flott, men gomul.

 

- Í Danmark hava tey verið noydd at klára seg við, Danu - eitt flott skip, sum er 78 metrar langt. Men, hetta er eitt gamalt skip, sum stendur fyri 40-ára klassing í 2022.

 

Heimasíðan leggur aftrat, at síðan Dana varð bygd er nógv hent við útsjónd av skipsskrokkum og tøkni til framdrift, sum tikið verður til.

 

- Nýggja danska havrannsóknarskipið, sum eftir ætlan skal verða liðugt í 2025, fer helst at kosta einar 320 miljónir danskar krónur, skrivar kystmagasinet.no, sum ger  nógv burtur úr skipinum og fíggingini av skipinum.

 

 

 

Nýggja havrannsóknarskipið, sum skal verða liðugt í 2025, fer at kosta einar 320 miljónir krónur.