Danskir læknar fara til Noregs at arbeiða

Hóast stórt trot er á læknum í Danmark, fara nógvir danskir læknar til Noregs at arbeiða, har teir fáa meiri í løn Sambært norska læknafelagnum arbeiðs meiri enn 400 danskir læknar í føstum starvi á teimum norsku sjúkrahúsunum.

Harafturat eru fleiri, sum átaka sær eykaarbeiði í norska heilsuverkinum afturat starvinum í Danmark.

Samstundis er læknatrot í Danmark, og sambært teimum seinastu uppgerðunum er tørvur á meiri enn 1.000 læknum á teimum donsku sjúkrahúsunum, sigur DR.

Men betri løn og betri arbeiðsumstøður fáa nógvar danskar læknar at velja tað norska heilsuverkið ístaðin fyri.