Danskir myndugleikar tulka ásetingarnar

Tí útlendingamál er felags málsøki, sigur lansstýrismaðurin í svari til løgtingskvinnu

Tað sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í svari til Liljuna Weihe, løgtingskvinnu, sum hevur sett hon ein grein 52a fyrispurning um børn og inntøkukrav til útlendingar.

Liljan Weihe spurdi soleiðis:

1. Hvørji rættindi hava børn hjá útlendingum við uppihaldsloyvi, sum eru fødd í Føroyum áðrenn 2. september í 2023?

2. Hvørji rættindi hava børn hjá útlendingum við uppihaldsloyvi, sum eru fødd í Føroyum 2. september í 2023 ella seinni?

3. Eru dømi um, at børn, sum eru fødd í Føroyum av útlendingum, ikki hava fingið uppihaldsloyvi, etir at nýggju reglurnar um inntøkumark vórðu settar í gildi 2. september í 2023, hóast foreldur teirra hava uppihaldsloyvi eftir gomlu reglunum?

4. Ber til hjá útlendskum hjúnum sjálvi at gera v, hvør teirra er »høvuðspersónur/sponsor« og hør av teimum er »samfylgjandi familja«, tá uppihaldsloyvi skulu leingjast?

Landsstýrismaðurin svarar, at útlendingamál er felags málsøki.

– Hetta merkir, at tað eru danskir myndugleikar, sum tulka ásetingar, málsviðgera og taka avgerðirnar í málum um arbeiðs- og uppihaldsloyvir til útlendingar í Føroyum og familjur teirra. Løgmálaráðið fær tí ikki úttalað seg um, hvussu økið verður umsitið, sigur landsstýrismaðurin, sum tí hevur sent fyrispurnignin frá Liljuni Weihe, løgtingskvinnu, víðari til danska Udlændinge- og Integrationsministeriet.

– Tey hava tey boðað frá, at tey fara at svara fyrispurninginum skjótast gjørligt.

– Svarið frá Udlændinge- og Integrationsministeriet verður sent Løgtinginum, so skjótt Løgmálaráðið hevur móttikið svarið frá Udlændinge- og Integrationsministeriet, sigur Bjarni Kárason Petersen.