Eftir øllum at døma kann tað vera strævið at vera prestur í teirri donsku fólkakirkjuni, tí sambært einari kanning hjá blaðnum Politiken kæra ein triðingur av prestunum seg um strongd, happing og um, at teir hava ov nógv at gera.
Harafturat sigur næstan fimti hvør prestur, at hann kennir seg einsamallan og avbyrgdan í arbeiðinum, og fimti hvør sigur seg hava verið fyri happing. 40 prosent kæra seg um, at arbeiðið er ov krevjandi. Næstan fimti hvør hevur verið sjúkrameldaður orsakað av strongd.
Peter Hedegaard, sum er næstformaður í danska prestafelagnum, sigur við Politiken, at hann er ikki ovfarin av kanningarúrslitinum. Hann vísir á, at umframt at halda guðstænastu hava prestarnir jarðarferðir, brúdleyp, dóp, ferming og fermingarfyrireiking, umframt at teir skulu tosa við sóknarbørn, sum vilja hava orð á prest.
-Og tað er ov nógv, sigur Peter Hedegaard.