Umframt Lars Hjortshøj og Jesper Juhl, so fer Sjúrður Skaale eisini á pall í Norðurlandahúsinum leygardagin Leygarkvøldið verða stórskemtarar á skránni í Norðurlandahúsinum. Tá vitja ikki minni enn tríggir skemtarar Norðurlandahúsið. Hesir eru teir báðir væl kendu danski skemtarnir Lars Hjortshøj og Jesper Juhl. Sjúrður Skaale verður eisini partur av tí stóra tiltakinum.
Lars Hjortshøj telist millum kendastu og festligastu danski skemtarnar, hann er serliga kendur fyri leiklutin sum Robert Dølhus í sjónvarpsrøðini ?Langt fra Las Vegas?, sum góði vinmaðurin hjá Frank og Casper í kendu donsku røðini ?Klovn?, eisini er hann partur av Klovn filminum. Aftrat hesum hevur hann ein av høvuðsleiklutinum í live skemtisendingini ?Live fra Bremen?.
Jesper Juhl hevur seinastu árini haft yvir 300 stand-up show í Danmark. Hann hevur vunnið silvur í DM í stand-up, og varð hann í 2009 valdur sum ársins talent á Zulu Comedy Galla. Eisini er hann kendur frá donsku skemtisendingini Kristian á TV2.
Sjúrður Skaale kenna allir føroyingar, eitt nú frá ?Pipar & Salt? og ?E elski Førjar? í sjónvarpinum.
Tvær sýningar verða leygardagin, tann fyrra verður kl. 17.00, og tann seinna kl. 20.00 í Norðurlandahúsinum. Atgongumerkir kunnu keypast á www.nlh.fo.