Nógv hevur verið gjørt burtur úr, at næmingarnir til próvroyndinaí byggitøkni máttu tosa danskt. Men hetta var eingin trupulleiki, metti íslendski próvdómarin Íslendski próvdómarin, Jón Eirikur Gudmundsson, helt tað hava verið eina spennandi uppgávur at meta um verkætlanirnar hjá føroysku næmingunum við tekniska skúlan. Og tað var ikki heilt av tilvild, at tað júst gjørdist Jón Eirikur, sum fekk hesa uppgávuna.
Íslendingurin er sjálvur útbúgvin á Vitus Bering skúlanum í Danmark, har útbúgvingarleiðarin fyri byggitøkningaútbúgvingini í Føroyum, Jóhan Eli Ellendersen, var lærari í fleiri ár.
Jón Eirikur Gudmundsson varð útbúgvin í 1987, og heimaftur komin til Íslands hevði hann sjálvstøðuga fyritøku, til hann fyri níggju árum síðani byrjaði sum lærari á IÐN-skúlanum (tekniska skúla) í Reykjavík innan byggifrøði á sokallaðu Meistaradeildini.
Íslendski próvdómarin er sera væl nøgdur við tað, føroysku næmingarnir løgdu fram, og tað góða við samstarvinum við Vitus Bering er, at grundarlagið er júst tað sama sum í Danmark. Tað merkir, at uppgávurnar eru á júst sama støði, sum tær á Vitus Bering.
Til tað, at næmingarnir máttu tosa danskt sigur Jón Eirikur, at tað á ongan hátt tóktist at darva teimum. Hann heldur tvørtur ímóti, at tað er gott fyri næmingarnar at tosa danskt til próvtøkuna, tí teir skulu jú lesa víðari í Danmark, og tða er tað ein fyrimunur at hava roynt danskt til eina próvtøku áður.