Danskt gull í Shanghai

Danska Lotte Friis hevur vunnið gull í heimsmeistarakappingini í 1500 metrar frísvimjing í HM-kappingini í Shanghai. Fyri tveimum árum síðani vann hon silvur.

 

Tíðin hjá Lotte Friis í dag var 15.49,59 minuttir, og hon var hálvttriðja sekund frammamn fyri Kate Ziegler úr USA. Nummar trý Li Xuanxu úr Kina.

 

Fríggjadagin skal Lotte Friis aftur í hylin. Tá skal hon kappast á 800 metrum, sum vanliga er hetta besti teinur.