Danska herskipið Esbern Snare hevur bjargað tveimum av manningini á farmaskipinum Beluga Nomination, sum somaliskir sjórænarar hava rænt í Indiska Havinum. Danska flotaleiðslan sigur, at tað eydnaðist teimum báðum monnunum at flýggja av tí rænda skipinum á einum bjargingarflaka fyri fleiri døfum síðani.
Esbern Snare og flogfør úr USA og Spania hava leitað eftir monnunum. Seinnapartin í gjár sóu menn á danska herskipinum neyðbluss, og nakað seinni kom skipið fram á flakan við teimum báðum monnunum einar 300 fjórðingar úr afrikonsku strondini.
Teir báðir sjómenninir verða verandi umborð á Esbern Snare, til skipið fer aftur í havn.