Tí fyri tjóðveldisfólk hevur tað jú lítið upp á seg at taka fullveldi og lýsa Føroyar púra óheftar av dønum. Tí danskarar skulu betala!
Nýggi tjóðveldisborgarstjórin í Vági dugir eisini at fáa onnur at betala rokningarnar – ikki bara fimm stjørnað Entertainment. Tað nýggjasta tilboðið frá honum er, at um tú kemur til Vágs at lesa fjarlestur úr Danmark, so fært tú danskan lestrarstuðul. Ella sum gomlu kempurnar sum Ove Mikkelsen og Erlendur Patursson plagdu at siga um hinar – so fært tú vaskikonurnar á
Vesturbrúgv at betala rokningina!
Og sambært nýggju tjóðveldiskempuni, so fært tú 5.753 krónur í peridonskum lestrarstuðuli um mánaðin við at lesa fjarlesturin úr Danmark í Vági. Stikk denn!
Men treytin er, at tú ert danskur ríkisborgari – hallo? Men hevur tú ikki eitt danskt p-tal, so eru eisini tjóðveldisráð fyri tí, so er bara at spyrja pent. Danskarar eru so fittir, at tú fært helst kortini eitt – sjávlt um tú ikki hevur rætt til tað.
– Veljið Tjóðveldi – og latið vaskikonurnar á Vesturbrúgv betala!