Danskur miðil: Berthel er eitt boð til FC Fredericia

Fredericia Folkeblad hevur venjaran hjá HB sum eitt av seks boðum upp á nýggjan venjara

Í vikuni fekk Hallur Hansson nýggjan venjara í Jonas Dahl, sum frammanundan hevur verið venjari hjá FC Fredericia í næstbestu deildini í Danmark. Nú skal FC Fredericia hava nýggjan venjara.

Lokali miðilin, Fredericia Folkeblad, hevur gjørt ein lista við seks venjarum, ið blaðið metir eru upp á tal hjá felagnum, sum millum annað hevur havt bæði Sonna Ragnar Nattestad og Jóan Símun Edmundsson í hopinum.

Eitt av teimum nøvnunum er Jens Berthel Askou, sum er venjari hjá HB. Í greinini verður víst á forstíðina í Vendsyssel og sum spælari í eitt nú Norwich í Onglandi. Tó verður tað mett ósannlíkt, at Jens Berthel Askou hevur áhuga at skifta frá oddaliðnum í Føroyum, har hann hevur sáttmála í hálvt annað ár afturat, til næstbestu deildina í Danmark.

Jens Berthel Askou hevur fyrr verið settur í samband við venjarastarvið hjá Esbjerg. Favorittur til starvið í FC  Fredericia er Johnny Mølby.