Danskur ráðharri í herferð ímóti óynsktum »dick-pics«

Danski ráðharrin í javnstøðumálum, Eva Kjer Hansen (V), fór í gjár undir eitt átak, sum skal vegleiða ungum fólki í, hvat er sømiligt og hvat er revsivert, tá ið talan er um atferð á netinum. Átakið fer fram á donskum miðnámsskúlum, har sum ráðharrin fer at vitja og deila smárit út til næmingarnar.

 

Millum annað vil ráðharrin gera vart við, at danska stjórnin hevur hækkað revsingina fyri fólk, ið senda óynsktar kynsligar myndir av sær sjálvum til onnur, sum t.d. eitt óbiðið og óynskt dick pic – revsingin er nú ein bót á 5.000 krónur.

 

Í smáritunum, sum ráðharrin fer at deila út, verður dentur lagdur á, at talgild blygdanarskemd verður líka hart revsað sum likamlig nektan.

 

Ráðharrin sigur við Ritzau:

 

– Talgild nektan er bannað. Tað er í veruleikanum eins og álvarsamt sum likamlig nektan. Spurningurin er bara, um ungdómurin er tilvitaður um, at ein t.d. ikki bara kann taka eina mynd av kynslimi sínum og senda hana víðari. Tað skal vera avtalað. Annars er tað, í roynd og veru, talan um kynsligan ágang.

 

Hon vísir eisini á, at sambært eini frágreiðing hjá Statens Institut for Folkesundhed, 2018, hava heili 27% av kvinnum í aldrinum 16-24 ár upplivað talgildan kynsligan ágang seinasta árið. Hetta gevur ábendingar um eina grova ungdómsmentan, og ein ungdóm, sum ikki veit hvat er lógligt og ólógligt í talgilda rúminum.

 

/ritzau/ Berlinske