Danski ráðharrin í barnamálum, Ellen Trane Nørby, sigur í svari til Sjúrð Skaale, at hon er sinnað at arbeiða fyri eini loysn, so føroysk foreldur í Danmark fáa betri sømdir.
Seinastu tíðina hava fleiri marknaforðingar innan ríkisfelagsskapin verið á borðinum hjá føroysku fólkatingsumboðunum. Ofta er talan um marknaforðingar, ið geva føroyingum vánaligari sømdir enn eitt nú ES- og EBS-borgarar hava í Danmark.
Eitt dømi um hetta er, at føroysk foreldur, ið eru búsitandi í Danmark, ikki kunnu fáa peningaligt ískoyti at passa síni børn heima, ið annars bæði danir, ES- og EBS-borgarar hava rætt til.
Talan er um bústaðarkravið í sokallaðu “dagtilbuds” lógini ið ásetur, at foreldur skulu hava búð í Danmark í minst sjey av teimum seinastu átta árunum fyri at fáa hetta ískoytið. Bústaðarkravið er ikki galdandi fyri ES- og EBS-borgarar, men av tí at Føroyar hvørki eru partar av ES ella EBS, so skulu føroyingar tó lúka kravið.
Hetta hevur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, gjørt vart við í fleiri umførum – seinast við einum skrivligum fyrispurningi til danska barnamálaráðharran, Ellen Trane Nørby. Hon hevur nú svarað Sjúrði, at hon er sinnað at arbeiða fyri at finna eina loysn í málinum.
Tað sigur Javnaðarflokkurin á fólkatingi í tíðindaskrivi seinnapartin í dag.
Sí svarið frá barnamálaráðharranum her:
http://www.ft.dk/samling/20151/almdel/fæu/spm/1/svar/1286636/1579693.pdf