Danskur spælari kundi umboðað Føroyar

Hondbóltur: Lærke Nolsøe sigur, at tá ið hon var ungdómsspælari, varð hon spurd, um hon var áhugað í at umboða Føroyar

Mynd: Henning Bagger/Ritzau Scanpix

Klokkan 16.15 fara Føroyar og Danmark at spæla kvinnulandsdyst í høllini á Hálsi í Havn.

 

Fyri ein av donsku spælarunum er talan um serligan dyst. Talan er um Lærke Nolsøe, sum er hálvur føroyingur. Mamma hennara er av Nolsøe fólkunum í Vági, og Lærke Nolsøe sigur við danska TV2, at hon hevur verið nógv í Føroyum sum smágenta og framvegis javnan vitjar í Føroyum.

 

-Tá ið eg var ungdómsspælari, fekk eg fyrispurning úr Føroyum, um eg var áhugað í at umboða Føroyar í hondbólti. Tá var eg longu á donsku ungdómslandsliðunum, og tí bleiv tað ongantíð aktuelt at umboða Føroyar, sigur Lærke Nolsøe.

 

Lærke Nolsøe er 25 ára gomul og spælir við Viborg HK, har hon er vongur.

 

 

 

Mynd: Henning Bagger/Ritzau Scanpix