Danin Johnny Noer, sum hevur búð í einari oyðimørk í sunnara partinum av Ìsrael tey farnu 16 árini vitjar í Føroyum í hesum døgum.
Hetta vikuskitið verður Johnny Noer at hoyra í Kelduni í Skálabotni. Johnny Noer kemur at tala til fýra møti og seminar í Kelduni. Hetta verður í kvøld klokkan 20, leygardagin klokkan 18 og 21, og sunnumorgun klokkan 11.
Leygardagin kemur Johnny Noer at tosa um Ìsrael, og út frá tí sum hendir í Ìsrael, og kring Ísrael.
Í næstu viku verður Johnny Noer at hoyra aðrastaðni í landinum.