Danskur stórmeistari á vitjan

Peter Heine Nielsen er í Føroyum í summarfrí, men kortini hevur hann tíð til at vísa sínar talvdygdir

Kendi danski Stórmeistarin í talvi, GM Peter Heine Nielsen er í hesum døgum
á vitjan í Føroyum. Peter Heine er 29 ár og er nummar 53 á heimsins
styrkilista við eini rating uppá 2636 stig, 202 stig aftanfyri Garry
Kasparov sum er sterkastur við 2838 stigum.

Peter Heine Nielsen er annars ikki í Føroyum talv-ørindinum. Hann og føroyski telvarin John Rødgaard kennast væl, og tí avgjørdi hann at kom upp til Føroya í summarfrí. Danski stórmeistarin býr hjá John Rødgaard á Tvøroyri, og hevur millum annað roynt at verið í grind í Hvalba um vikuskiftið

Eftir at Havnar Telvingafelag frætti, at Petur Heine Nielsen var í Føroyum í summarfrí, setti teir seg í samband við danska stórmeistaran, og hann játtaða at koma til Havnar at telva simultan talv.

Vann á Havnar Telvingafelag
Týskvøldið telvaði so danin simultan talv ímóti 22 limum í Havnar Telvingarfelag. Væl gekst hjá stórmeistarnum, tí hann vann sannførandi 21-1. Einasti telvarin, ið kundi standa danska stórmeistarinum kurl, var 17 ára gamli Jákup D. Joensen, sum óvænta vann sítt talv.

Peter Heine Nielsen brúkti góðan hálvan triðja tíma um tey 22 talvini. Eftir simutan talvið, avgjørdi danski stórmeistarin at geva Havnar Telvingarfelag ein møguleika aftrat.

Hesaferð vóru tað 18 telvarar, ið allir høvdu ein tíma hvør, meðan Peter Heine Nielsen bert hevði ein tíma um øll 18 talvini. Kortini vann danski stórmeistarin aftur sannførandi 13,5 ? 4,5. Ronnie í Lon og Sigurð Justinussen vunnu síni talv, meðan Herluf Hansen, Carl Eli N. Samuelsen, Súni Jacobsen, Jóannes Guttesen og Regin Reinert allir fingu remis.