Landsfundur
Vestmanna: Hóast landsstýrið dagliga sigur frá, hvussu væl stendur til fíggjarliga, vísa framrokningar, at tað fer rættiliga skjótt at ganga tann øvugta vegin.
Í landsfundarfrásøgn síni segði skrivari Javnaðarfloksins, Eyðólvur Dimon, at slíkar framrokningar, sum hesar, flokkurin hevur gjørt, eru beinleiðis krígsavbjóðing móti øllum teimum virðum, sum Javnaðarflokkurin stendur fyri. Gongdin fer rætt og slætt at gera, at vælfeðrarsamfelagið fer fyri einki.
Sitandi samgonga hevur einki sum helst gjørt fyri at tryggja landskassanum nakrar inntøkur av tí, sum tikið er frá borgaranum. Tað verður bara tosað um fullveldi, meðan borgarligi parturin av samgonguni ótarnaður rekur sín høgravenda politikk.
Tjóðveldisflokkurin, sum annars plagar at siga seg vera ein flokk, sum verjir tann meiniga mannin, hevur offrað alt fyri fullveldismálið, sum kortini ongan veg er komið, segði skrivarin í síni framløgu.
Hann vísti til tjóðveldismann, sum hevði sagt, at Tjóðveldisflokkurin fer ikki at ofra fullveldisætlanina fyri eina pensiónslóg.
Tá soleiðis er, er ikki annað at vænta enn, at borgarligur politikkur verður tann, sum stýrir samgonustevinum.
Javnaðarflokkurin hevur alla tíðina víst á ein alternativan politikk, hvørs tørvur gerst alt meira sjónligur, sum tíðin fer, segði skrivarin í síni framløgu.
Alt meðan samgongan hevur tosað um fullveldi og skerdan blokk, er vælferðarsamfelagið stillisliga við at fara fyri bakka.
Tí býður Javnaðarflokkurin seg fram til at steðga og venda rætta vegin til næsta val, segði Eyólvur Dimon, skrivari Javnaðarfloksins, tá hann legði skrivarfrágreiðingina fram á landsfundinum í Vestmanna fríggjakvøldið.