Birgir Kruse
Dario Fo man vera hin kendasti persónur innan sjónleik í vesturheiminum, soleiðis í nýggjari tíð.
Hann skrivar og spælir sjónleik, komponerar tónleik og leikstjórnar. Granskari er hann eisini. Hevur granskað og kannað sjónleik og fyribrigdi knýtt at hesi klassisku listargrein fleiri hundrað ár aftur í tíðina. Í hesum høpi hevur Dario Fo funnið og skapt tann formin, sum hóskar hansara egna sinni best, nevniliga farsuna, glantrileikin.
Dario Fo gjørdist varugur við, at farsan upprunaliga varð brúkt til at siga frá um okkurt álvarsligt, at greiða frá samfelagsligum skeivleikum, ella í eini roynd at avdúka politiskar skálkagerðir.
Saman við konuni Franca Rame hevur hann skrivað, spælt og sett upp óteljandi leikir, samrøður og einrøður, har tey brúka skemtið, komikkin, til at avdúka tað álvarsliga. Vit flenna, men við eitt situr láturin í hálsinum, stirðnar, og vit fara at hugsa.
Í 1997 fekk Dario Fo bókmentavirðisløn Nobels við m.a. hesi grundgeving: ?Hann hevur við sínum kynstri trúgvur staðið við liðina á teimum minni mentu. Í samljóði við gyklarar frá miðøld, hevur hann hartað valdsharrarnar og hildið fast í sjálvsvirðing teirra kúgaðu.?
Eisini á føroyskum palli er Dario Fo væl kendur. Gríma hevur spælt fleiri av hansara leikum. Til dømis ?Vit eiga ikki eitt oyra, vit lata ikki eitt oyra? í 1979, ?Gykl og gerandisdagar ? 2 kvinnumonologar? í 1981, ? Sjeynda boð ? stjal eitt sindur minni ? í 1991 og ? Víðopið hjúnalag? í 1996. Allir hesir leikir hava verið sera væl umtóktir millum føroysku áskoðararnar. Føroyska leikkonan Gunnvør Nolsøe, sum er fødd og uppvaksin í Keypmannahavn, hevur leikstjórnað, tá Gríma hevur spælt nevndu leikur eftir Dario.
Ætlanin við Dario Fo kvøldinum á Meiarínum hóskvøldið, er at gera eina rundferð í ymsu tekstum hansara og at framføra brot úr onkrum leiki og monologi. Ein av teimum vældámdu monologunum hjá Dario Fo ?Brúdleypið í Kána? verður at síggja í heilum líki. Tað er Egi Dam sum fer at framføra hann.
Gríma ætlar við hesi kvøldsetu í Meiarínum, at senda Dario Fo eina seinkaða kvøðu í sambandi við stóru Nobelvirðislønina, hann fekk herfyri.