Darius: Eg fari at ofra meg 150 prosent fyri KÍ

Hoyr part av ljóðsamrøðu Faroe Islands Podcast hevur gjørt við nýggja amerikanska KÍ-spælaran

- Eg takki Gudi fyri hendan møguleikan at sleppa at spæla fótbólt í einari bestu deild í Evropa, har liðið skal spæla í Europa League kappingini. Orðini eigur nýggi amerikanski spælarin hjá KÍ, bert 19 ára gamli áleyparin, Darius Lewis.

 

Darius Lewis sigur, at sáttmálan við KÍ er galdandi frá 15. januar, og hann hevur lisið uppá um landið og fólkið, og ikki minst býin, Klaksvík. Hann heldur, at videobrotini sum eru tøk á netinum vísa, at tað er ein góður stemningur til dystirnar í Klaksvík, og tað fegnast hann um. 

 

- Eg fari at stríðast 150 prosent fyri KÍ, undirstrikar Darius Lewis í einari samrøðu við netmiðilin Faroe Islands Podcast.

 

Matthew Workman frá Faroe Islands Podcast hevur verið so beinasamur at lata in.fo og FM1 sleppa at brúka ein stóran part av einari longri samrøðu Matthew Workman hevði við Darius Lewis fyrr í vikuni.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Darius Lewis seta orð á dreymarnar hann hevur fyri komandi avbjóðingini í Klaksvík. 

 

Um nakrar dagar ber til at hoyra alla sendingina hjá Faroe Islands Podcast um Darius Lewis HER. Sendingin verður sending nummar 305 hjá Faroe Islands Podcast um Føroyar og føroysk viðurskifti.