Dart: Beinta og Jan vunnu

Fyrsta FM-kappingin bjóðaði millum annað upp á eina lukking við 170. Tað er ikki sæð síðani 90ini í Føroyum

Fyrsta av átta undankappingum til FM 2021 var í høllini á Skála leygardagin. 58 menn og átta kvinnur vóru møtt upp til kappingina. Tá avtornaði vunnu Beinta Joensen úr Klaksvíkar Dartfelag og Jan McIntosh úr Havnar Dartfelag.

Tað serliga við kappingini var, at hetta var fyrsta kappingin eftir, at Dartsambandið í vetur hevur gjørt íløgu í nýggjastu dartútgerðina. Hetta hevur við sær, at skal skrivarin ikki standa og rokna á eina talvu. Í staðin er ein teldil við appini DartConnect við hvørja skivu, har tølini verða tastað inn so hvørt og alt verður rokna út og sent beinleiðis út á netið.

Fólk kunnu so sita heima í stovuni og fylgja allari kappingini, samstundis sum at spælararnir beinanvegin eftir dyst fáa teldupost við hagtølum fyri dystin teir hava spælt. Hetta er rættiliga stórt, og Føroyar eru millum fyrstu londini, ið nýta hesa útgerðina til allar kappingar. 

Óvæntaði úrslit í bólkaspælinum

Hjá monnum byrjaði dagurin í 16 bólkum, har vinnarin í bólkunum fór í A- kappingina, meðan nummar tvey og trý fóru í B-kappingina. Longu í bólkaspælinum komu nøkur óvæntað úrslit.

Millum annað tapti fyrrverandi FM-vinnarin Jón Jóhansen móti Marjus Hansen úr D9, Heri Kallsoy  tapti móti Inga á Smið, og Jan Erik Fjallstein mátti lúta fyri fyrrverandi fótbóltsleikarnum Heina Heinason.

B-kappingin var tí mannað við rættuliga sterkum spælarum. Jan Erik, Jón og Heri spældu eisini væl í byrjanini. Heri og Jón møttust tíðliga. Har vann Heri, men dystin eftir tapti Heri móti Hans Eivind Olsen og Jan Erik tapti móti Laurits Hansen, sum spældi rættuliga støðugt og hevði júst tað sum skuldi til fyri akkurát at vinna mótstøðumenninar. Hans Eivind vann finaluna 5-4 móti Laurits, meðan John Reid Jacobsen og Heri Kallsoy fingu bronsu. 

##med2##

Jan vann ársins fyrstu kapping

Í A-kappingini skuldi verandi føroyameistarin, Jan McIntosh, skuldi berja seg forbí tveir fyrrverandi FM- vinnarar, um hann skuldi røkka hálvfinaluni. Fyrst var tað Bárður Olsen og síðani Remy Gaardlykke, ið skuldu vinnast, og við flottum spæli í altjóða klassa, so kom Jan gjøgnum báðar dystirnar, men tað stóð á til tíðir. Serliga dysturin millum Jan og Remy var góður, og báðir høvdu yvir 80 í miðal, skrivar Dartsambandið.

- Í hálvfinaluni var tað Allan við Rætt, ið stóð klárur. Hetta gjørdist eisini ein spennandi dystur, sum endaði við, at Jan dróg longra stráðið, hóast Allan eitt skifti var á odda 3-1. Í hini hálvfinaluni spældu Uni Árting og Bergur Kluftá. Bergur hevur spælt í nøkur ár, men serliga tað seinasta árið hava vit sæð eina stóra framgongd til kappingarnar, skrivar Dartsambandið.

Hendan hálvfinalan gjørdist ein sannur gysari, og teir fylgdust til 4-4, áðrenn Bergur tók tvey tey seinastu settini og vann seg í finaluna. Serliga 6. settið gjørdist nakað serligt, tá Bergur javnaði til 3-3 við at lukka við  170, tað er treble 20-treble 20 og reyðan bull. Hetta er hægst møguliga lukkingin í dart og er ikki sæð í kapping í Føroyum síðan í 1990’unum.

Finalan var spæld best av 13 settum. Hetta gjørdist ein seigur dystur. Løtu sá út til, at Jan McIntosh skuldi gera skjótt av, tí hann kom á odda 5-1, uttan at Bergur Kluftá veruliga megnaði at fylgja við. Men so vann Bergur trý sett upp í slag. Tvey av teimum við lukkaði hann við yvir hundrað, og so var aftur spenningur í. Síðani vunnu teir hvør sítt sett. Bergur hevði síðan seks pílar til at javna til 6-6, men har vóru nervar uppá spæl og Jan avgjørdi so dystin beinanvegin hann fekk møguleikan. 

##med3##

Beinta vann hjá kvinnunum

Hjá kvinnunum vóru sum áður nevnt átta spælarar. Her vísti Beinta Joensen úr Klaksvíkar Dartfelag ræðandi styrki, tí hon spældi seg í finaluna, uttan at tapa eitt einasta sett. Í finaluni stóð fyrrverandi FM-vinnarin Birthe Sikivat úr ArgjaDart fyri tørni. Finalan gjørdist eins spennandi og væntað var, og tær máttu spæla øll sjey settini, áðrenn Beinta vann 4-3. Møðgurnar Gunnbjørg Dam og Joan Edvør Thomasen úr Vága Dartfelag vunnu bronsu.

##med4##