Sunnukvøldið verða tríggir dartlandsdystir millum Føroyar og Ísland. Dystirnir verða í hølunum Handan á 1 í Havn.
Í tí sambandi hava landsliðsvenjararnir, Jens Albert Simonsen og Kristian Joensen, úttikið eitt føroyskt dartlandslið. Talan er um eitt A-landslið og eitt B-landslið hjá monnum, umframt eitt kvinnulandslið.
Afturgangandi fyri allar landsliðsspælararnar, er at talan er um spælarar, sum eru nógv at síggja í darthølunum, nú landskappingin eisini er í gongd. Landsdystirnir verða allir sunnukvøldið.
Í tí sambandi eru 20 dartspælarar komnir úr Íslandi. Í kvøld verður ein sokallað Blind Draw kapping í hølunum hjá Havnar Dartfelagi, har drigið verður um makkara. Leygardagin verður eisini kapping í Skopun, har allir spælararnir eru við.
Tey ið eru úttikin til landsliðini eru hesi:
Menn A:
Remy Gaardlykke,D16
Uni Árting,HDF
Jan McIntosh,HDF
Bogi H Isaksen,KDF
Menn B:
Hans Eivind Olsen,Team Sandoy
Bjartur Olsen,ADF
Esmar Mikkelsen,Pìlar&Skot
Ólavur Ellingsgaard, Pìlar&Skot
Kvinnur:
Lýdia Á Smið,Kalbak
Gunnbjørg Dam, VDF
Annika Joensen, Team Sandoy
Elisabeth Nicolajsen, Team Sandoy