Dart: Landsliðið á ferð í Svøríki

Føroyska dart-landsliðið er í Svøríki

Føroyska dart-landsliðið setti í gjáramorgunin kósina móti Svøríki, har norðurlandameistara-kappingin í dart verður hildin hesa vikuna. Nordic-cup, sum kappingin vanliga verður nevnd, er á skránni annaðhvørt ár. Hetta er fyrstu ferð síðan mitt í 90'unum, at føroyska landsliðið tekur lut í kappingini, skrivar Dartsambandið í tíðindaskrivi.

 

Kappingin í ár er í Malmø og dystir eru á skránni í dag, fríggjadagin og leygardagin. Spælt verður bæði í einmansleiki, tvímansleiki, umframt liðdystirnar, har fýra spælarar eru á hvørjum liði. Í ferðalagnum eru tvey lið hjá monnum og eitt lið hjá kvinnum umframt ferðaleiðarar.

 

- Tá hetta vikuskiftið er farið afturum, skulu vit hava funnið norðurlendskar meistarar bæði í einmansleiki, tvímansleiki, liðkapping og ein samlaðan vinnara fyri alla kappingina. Trupult er at meta um møguleikarnar hjá okkara spælarum, tí so fáar altjóða kappingar hava verið seinastu tvey árini. Tó kenna vit støðið á svenska landsliðnum og einum parti av danska liðnum, av tí at hesi tóku lut í Tórshavn Open fyrr í vár. Har vunnu sviar allar kappingarnar, bæði hjá kvinnum og monnum, so vit vita, at svenska landsliðið er sterkt, verður sagt úr Dartsambandinum, sum leggur afturat:

 

- Hjá okkum er Nordic cup fyrst og fremst ein nýggj byrjan uppá landsliðsarbeiðið hjá Dartsambandinum, eftir at vit hava fingið limaskap í ÍSF og World Dart Federation. Tí hóast tað longu eru gingin nøkur ár, síðan hesir limaskapirnir komu uppá pláss, so hevur Corona seinastu tvey árini forða fyri nærum øllum altjóða virksemi.

 

Tað er tí við spenningi, at tað verður lagt til brots í morgun við dystunum í tvímansleiki. Úrslit frá kappinginunum koma eftir ætlan út á facebook-síðuna hjá Dartsambandinum, og á heimasíðuna hjá svenska dartsambandinum.