Dart: Tórshavn Open í morgin

Dart í Føroyum stendur í vøkstri, er staðfesting eftir luttøku talinum til Tórshavn Open at døma

Fyribils eru yvir 60 spælarar tilmeldaðir Tórshavn Open í dart, sum verður á Argjum í morgin. Fyrrireikarnir siga, at hetta er ein staðfesting av, at dart er við at fáa vind í seglini aftur her á klettunum.

 

Eitt skiftið vóru tað 38 menn og ikki færri enn 27 kvinnur, sum høvdu meldað til kappingina. Hetta er størsta luttakaratalið í fleiri ár, siga fyrireikarnir. Mett verður eisini, at hetta er eitt tað størsta talið av kvinnuligum luttakarum, sum nakrantíð hevur verið til eina kapping í Føroyum.

 

Tórshavn Open er størsta eindags kappingin í kappingarárinum. Fyri kortum vann Remy G. Hansen FM heitið, tá hann í 10. og seinasta FM umfarinum vann á kappingarneytanum, Bárði Olsen.

 

Tórshavn Open verður í morgin í róðarneystinum á Argjum.