Dart: Tvær føroyskar fjórðingsfinalur í Svøríki

Føroyska dart-landsliðið er í hesum døgum í Svøríki og kappast í Nordic Cup. Í gjár var annar dagurin við kappingum og tvær føroyskar fjórðingsfinalur vóru á skránni, men í báðum førum blivu føroyskir spælarar ov stuttir

Føroyska dart-landsliðið er í hesum døgum í Svøríki og kappast í Nordic Cup. Í gjár var annar dagurin við kappingum og tvær føroyskar fjórðingsfinalur vóru á skránni, men í báðum førum blivu føroyskir spælarar ov stuttir.

 

Jan McIntosh hevði hósdagin tryggjað sær pláss í fjórðingsfinaluni. Tað ráddi um at vera klárur frá morgunstundini, tí dysturin var á skránni longu klokkan 9. Tað sást beinanvegin í øllum fýra dystunum hjá monnum, at spælararnir høvdu tungt við at fáa spælið at flóta, sum tað gjørdi hósdagin.

 

- Finski mótstøðumaðurin hjá Jan byrjaði væl, men rakti ikki doublarnar. Við tveimum køstum á 100 fekk Jan otað seg innaftur í settið og lukkað, tá hann fekk møguleikan. Annað sett var trilvandi hjá báðum. Finnlendingurin kom fyrr niður á lukking og vann. Í triðja setti raknaðu báðir við. Jan var fyrr niður, men kiksaði átta pílar eftir double og tapti, verður sagt úr Svøríki.

 

Jan McIntosh fekk tó javnað til 2-2 við góðum spæli, men megnaði ikki at halda útleggið í 5. setti. Finnlendingurin lukkaði við 16 pílum, júst sum Jan McIntosh hevði spælt seg niður á 32.

 

- Sættað settið var sera gott og báðir vóru komnir niðum 100 eftir 12 pílar. Finnlendingurin kiksaði reyðan bull, og Jan kiksaði double-20. Nú komu nervar upp í og báðir kiksaðu næsta kast, áðrenn finski mótstøðumaðurin lukkaði við double-8, og so var føroyski møguleikin fyri enn einum heiðursmerki farin, skrivar Dartsambandið.

 

A-liðið hjá monnum vann innleiðandi bólkin

 

Eftir teir síðstu dystirnar í einmansleiki byrjaði liðkappingin. Liðini vóru býtt sundur í bólkar við trimum liðum í hvørjum, harav tvey lið komu víðari. Fýra spælarar eru á hvørjum liðið. Spælt verður bert á einari skivu og spælararnir spæla bert eitt sett móti hvørjum spælara á mótstøðuliðnum. Tað liðið, ið fyrst vinnur 9 sett, hevur vunnið dystin.

 

Kvinnurnar vóru í bólki saman við Finnlandi og Danmark. Finsku kvinnurnar vóru væl betur enn tær føroysku. Tey flestu settini var lítið at gera og Finnland vann greitt 9-1. Í dystinum móti Danmark var heldur øðrvísi. Dansku kvinnurnar skoraðu væl, men høvdu stórar trupulleikar við at lukka settini. Tí fingu føroysku kvinnurnar møguleikan í nógvum settum. Tíverri høvdu okkara somu trupulleikar við at lukka, og eisini hesin dysturin endaði við einum 9-1 tapi.

 

B-liðið hjá monnum var í bólki saman við Finnlandi B og Noreg A. Allan við Rætt legði hart út við at vinna fyrsta settið móti Finnlandi, men eftir hetta fingu føroysku spælararnir ongan píl eftir double og Finnland vann greiðan sigur 9-1.

 

- Í dystinum móti Noreg løgdu føroyingar aftur hart út. Heri og Allan løgdu Føroyar á odda 2-0, men so vendi dysturin. Norðmenn fóru at spæla betur og betur, meðan okkara menn høvdu stórar trupulleikar at raka double. Noreg vann 9 sett á rað og dystin 9-2 og so var B-liðið hjá monnum úti, verður sagt úr Svøríki.

 

A-liðið hjá monnum var í bólki saman við Noreg B og Íslandi A.

 

- Jan, Uni og Jan Erik løgdu beinanvegin Føroyar odda 3-0, uttan at Noreg hevði nakran píl eftir double. Teir tríggir hildu fram við góðum spæli og løtu seinni kundi Jón leggja Føroyar á odda 7-2 og sigurin var næstan komin í hús. Menn gjørdust eitt sindur kløkkir, tá Andreas Rokstad lukkaði við 160 móti Jan, men Uni og Jan Erik gjørdu uppgávuna lidna og staðfestu 9-3 sigurin.

 

Í dystinum móti Íslandi stóð nógv uppá spæl. Tað skuldu seks sett til fyri at vinna bólkin. Sagt verður, at okkara menn vildu gera alt fyri at vinna á grannunum úr útnorði.

 

- Byrjanin var trilvandi og Ísland kom á odda 3-0. Jón, Uni og Jan fingu tó skjótt javnað til 3-3 við greiðum sigrum, men løtu seinni hevði Ísland aftur vunnið 3 sett á rað. Jan og Uni fingu minkað til 5-6, men Ísland svarði aftur og kom uppá 8-6. Nú fingu allir nervar, og eftir tvey sera trilvandi sett, vóru Jan Erik og Jón eitt lítið sindur kaldari enn mótstøðumenninir, javnleikur 8-8 og so skuldi alt avgerast í einum setti. Her var Jan greitt betur enn mótstøðumaðurin. Føroyar vunnu 9-8 og komu ósigraðir í fjórðingsfinaluna, skriva Dartsambandið.

 

Í fjórðingsfinaluni var mótstøðuliðið Finnland B, sum frammanundan hevði sligið føroyska B-liðið út. Og Finnland legði út, sum eitt óløgi, tá Jonas Masalin longu í fyrsta setti lukkaði við 170 móti Una. Skjótt var 5-1 til Finnland, men Jan og Jan Erik fingu skapt eitt lítið sindur av spenningi, tá teir minkaðu til 5-3. Eftir hetta streyk Finnland avstað aftur og okkara menn máttu bara ásanna, at Finnland vann uppibornan sigur, 9-4.

 

- Nordic Cup er av á hesum sinni fyri okkara viðkomandi. Leygardagin eru allar finalurnar á skránni. Føroyar eru ikki umboðaðar í nakrari finalu, men Uni og Jan fáa tó handað bronsu-heiðursmerki í tvímansleiki, tá finalurnar eru spældar.

 

Sunnudagin er so ein nýggj kapping á skránni. Hetta er WDF-kapping í einmansleiki, har spælarar úr øllum londum frítt kunnu melda til. Yvir 100 spælarar hava longu meldað til hesa kappingina.

 

##med2##

##med3##