Um onkur fjarhugsin sál framvegis ikki hevur fingið tað við, so er 2009 vorðið fagnaðarár fyri Charles Darwin, sum varð føddur fyri 200 árum síðani, og sum fyri 150 árum síðani gav út sítt høvuðsverk við heitinum “Origin of Species”. Bókin, sum grundlegði okkara fatan av, hvussu lív hevur ment seg á jørðini, og sum kollvelti heimin.
Men læra Darwins um menning lívsins frá einføldum til samansettar organismur ígjøgnum natúrliga úrveljing er framvegis ein støðug kelda til stríð, ofta millum átrúnaðin øðrumegin og náttúruvísindina hinumegin. Hetta hóast tað eisini eru kreftir, sum dúgliga royna at byggja brýr millum Darwin og Bíbliuna.
Tankin um, at menniskjan “bert” er eitt úrslit av lívsins menningargongd ígjøgnum milliónir av árum, er framvegis ein herskin biti fyri mong. Og samanbresturin millum darwinistar og kreationistar er størri enn nakrantíð. Ikki minst í heimsins superveldi vestan hav, USA.
Tann triði vegurin
Í seinastu viku hevði Studentaskúlin í Hoydølum vitjan av einum 67 ára gomlum professara í biokemi frá Københavns Universiteti. Navnið er Jesper Hoffmeyer. Í ártíggjur hevur hann verið ein sjónlig rødd í kjakinum um vísindi og trúgv, og á vitjanini í Føroyum helt hann fyrilestur í høllini á Nabb fyri nøkrum hundrað studentaskúlanæmingum. Tað hugvekjandi við manninum er, at hann hvørki góðtekur modernaðu darwinismuna ella átrúnaðarliga grundaðar frágreiðingar um lívið.
- Menningarlæra Darwins var eitt fantastiskt vísindaligt frambrot, sum náttúruvísindin líka síðani hevur bygt á. Men tann religiøsi kritikkurin hevur rætt í, at menningarlæran hevur nøkur hol, sigur Jesper Hoffmeyer, tá vit hittast eitt illsligt fríggjakvøld á kaféini Hvonn í Havn.
Hoffmeyer heldur, at tíðin er komin til at útbyggja læru Darwins og korrigera veikleikarnar við menningarlæruni. Men hansara boðskapur er ikki fallin í góða jørð í lívfrøðiliga umhvørvinum í Danmark. Sjálvur heldur professarin, at manglandi viljin til at kritisera Darwin og koma víðari er fremsta orsøkin til, at fólk fella fyri “religiøsum og anti-vísindaligum forteljingum um lívið”, sum hann málber seg.
- Á henda hátt livir tann religiøsa fundamentalisman av tí náttúruvísindaligu fundamentalismuni. Mítt prosjekt er at menna ein triðja veg, sigur Hoffmeyer, sum nú hevur fingið sær eina bjór inni á myrku kaféini í Vágsbotni í Havn. Hann spyr, um eg havi lisið hansara nýggjastu bók, sum kom út í vár, og sum ber heitið “Tro på tvivl – kritik af religiøs og videnskabelig ufornuft”. Tað havi eg tíbetur.
- Men hvat hevur tú so at spyrja meg um? Alt stendur í bókini, sigur hann spakmæltur og við einum varligum brosi.
Í umstríddu bókini leggur Hoffmeyer dent á, at hann er post-darwinistur og ikki anti-darwinistur. Hann setur als ikki spurnartekin við boðskap Darwins um, at lívið á jørðini hevur ment seg frá einføldum til samansettar lívverur ígjøgnum milliónir av árum. Men hann heldur ikki, at natúrligt úrval forklárar alt, sum vit síggja í náttúruni. Og í menniskjalívinum er so nógv, sum natúrligt úrval als ikki forklárar nøktandi.
- Tí hevur darwinisman ikki eitt fullfíggjað boð uppá, hví lív hevur ment seg soleiðis, sum tað hevur. Men tað vilja flestu lívfrøðingar als ikki kennast við, og tað skapar gróðrarlíkindi fyri anti-vísindaligari religión, sigur Jesper Hoffmeyer.
Í nýggju bókini kritiserar professarin eirindaleyst kristna kreationismu, sum grovt sagt er læran um ein Gud, sum skapti alheimin, soleiðis sum vit kenna hann. Tí er tað so týdningarmikið fyri mannin at menna eina teori, sum ikki avnoktar, at náttúran rúmar eina immateriella dimensjón, sum ikki letur seg kanna við náttúruvísindaligum amboðum.
- Trupulleikin við tí neo-darwinistisku heimsmyndini er, at hon reduserar veruleikan til nakrar mekaniskar og deterministiskar prosessir. Tað vil siga nakrar prosessir, sum eru avgjørdar og programmeraðar frammanundan, heldur Jesper Hoffmeyer.
Ein nýggj menningarlæra
Grundleggjandi pástandurin hjá Hoffmeyer er, at darwinisman ikki kann forklára, hví ein planta altíð veksur ímóti ljósinum. Hví ein bakteria altíð leitar til tey støð, har føðsla er at finna. Hví livandi lívverur í heila tikið stremba eftir at yvirliva og nørast. Hví lívið á okkara lítlu gongustjørnu hevur ment seg soleiðis, sum tað hevur.
Hesar spurningar hevur hann funderað yvir alt hansara akademiska lív. Og eftir knøpp hálvtrýss ár á støvutum bókasøvnum og bonaðum laboratorium er hann komin til ta niðurstøðu, at Darwin bert forklárar ein part av menning lívsins á jørðini.
- Darwinisman forklárar, at summar lívverur hava størri sannlíkindi at yvirliva enn aðrar, og at tær best tillagaðu lívverurnar fáa meiri avkom enn tær ótillagaðu. Men Darwin segði einki um, hví livandi lívverur í grundini royna at yvirliva. Hví stremba allar livandi organismur eftir at yvirliva og nørast?, spyr Hoffmeyer og hyggur so inntreingjandi uppá meg, at eg næstan kenni meg noyddan at koma við einum svari. Men tað sleppi eg tíbetur undan, tí hann heldur sjálvur fram.
- Vit eru noydd til at tilskriva náttúruni ein ávísan sjálvstøðugan vilja ella tilvitsku. Annars gevur tað púrt onga meining, sigur Jesper Hoffmeyer.
Sjálvur hevur hann grundlagt eitt nýtt ástøði, sum ber heitið “semiotisk biologi”. Nýggja tesan bíðar framvegis eftir sínum altjóða gjøgnumbroti, hóast nøkur hundrað vísindafólk í vesturheiminum eru limir í altjóða felagsskapinum fyri biosemiotiska gransking. Ástøðið hjá Hoffmeyer og kompaní er ómøguligt at lýsa í eini blaðgrein sum hesari, men grundleggjandi snýr tað seg um, at allar livandi lívverur – frá teimum mest einføldu til tær mest kompleksu – eru tulkandi verur, sum interagera kreativt við sínar umstøður fyri at yvirliva og nørast. Náttúran rúmar við øðrum orðum eina tulkandi dimensjón, sum darwinisman als ikki fyriheldur seg til. Sæð í hesum ljósinum eru tað ikki bara genini inni í kyknum okkara, sum stýra okkara lívið í smálutir, men eisini okkara samskifti við og tulking av umheiminum. Og sambært Hoffmeyer er hetta ástøðið betri ført fyri at forklára, at vit menniskju yvirhøvur hava eina tilvitsku. Eina sálarliga dimensjón. Eitt subjektivt “eg”, sum er ført fyri at uppliva heimin rundanum seg.
- Heimurin er ikki ein kemisk maskina, og lív er ikki bara eitt úrslit av eini blindari genetiskari úrveljing. Øll livandi náttúra hevur eginleikan at stremba eftir nøkrum málum. At náttúran sjálv er før fyri at skapa og agera miðvíst ímóti einum máli, kann darwinisman ikki forklára, heldur Hoffmeyer.
Tí má eitt og hvørt erligt vísindafólk viðganga, at menningin av øllum lívi heilt fram til homo zapiens – tað er menniskjað – er ein risastór gáta, sum ikki kann loysast við darwinismuni eina.
- Tann dagin náttúruvísindafólk viðurkenna hetta, stendur vísindin nógv sterkari yvirfyri teimum kreftum, sum ikki standa á einum náttúruvísindaligum grundarlagi. Tað vil siga tey, sum heldur vilja forklára alheimin út frá ævintýrum og yvirtrúgv, sigur Jesper Hoffmeyer.
Intelligent ørvitistos
Fremsti kritikkurin av darwinismuni kemur í stóran mun frá tí sonevnda “intelligent design” hugtakinum, sum í stuttum sigur, at alheimurin er so mikið kompliseraður og væl skipaður, at ein skapari má standa aftanfyri. Ein sniðgevi, sum hevur skapt fortreytirnar fyri lívinum á jørðini.
Men gamli 68´arin yvirav mær brýggjar seg milt sagt ikki um hesa tesuna, sum í stóran mun kemur frá kristnum vísindafólkum í vesturheiminum.
- Hugskotið um “intelligent design” sigur í grundini, at av tí at vit menniskju ikki skilja alt her og nú, so má ein Gud vera til. At skifta vísindaligu metoduna út við spekulativa religión er í veruleikanum at útskriva ein blankokekk, tí tá strikar man allar sannleikatreytir og gevur sær sjálvum loyvi til at trúgva hvørjum sum helst, heldur Jesper Hoffmeyer.
Men professarin noktar samstundis at fara í hina grøvina og hálsfevna ta lívfrøðina, sum systematiskt letur eyguni aftur fyri teimum gátum, sum enn ikki kunnu forklárast. Lívfrøðin megnar sambært Hoffmeyer ikki at greiða spurningin, hví menniskjur eru menniskjur og ikki robottar. Lívfrøðin kann siga nakað um, hvussu heilin virkar, og hví vit hava tað, sum vit hava tað. Men lívfrøðin kann ongantíð forklára ta subjektivu upplivingina hjá hvørjum einstøkum menniskja. Lívfrøðin kann forklára depressión við at siga, at vit mangla tey og tey evnini í heilanum, sum skapa mentala vælveru. Men hon kann ongantíð siga nakað um, hvussu tað reint subjektivt er at vera deprimeraður.
- Tann víðgongda darwinisman og tann religiøsa fundamentalisman geva okkum eitt órímiligt val. Antin skulu vit trúgva uppá eina biokemiska náttúru, sum ikki rúmar tí andaliga partinum av menniskjanum. Ella skulu vit trúgva uppá eina sál, sum vit skulu hava fingið frá einum Gudi. Tað má vera ein millumvegur, heldur Hoffmeyer.
Tann triði vegurin er at menna eina lívfrøðiliga menningarlæru, sum í størri mun rúmar tí immateriella partinum av menniskjanum. Biosemiotikkurin er ein roynd, hóast hetta ástøðið ikki loysir gátuna um ta menniskjansligu tilvitskuna og heldur ikki fer at avtaka stríðið millum átrúnaðin og vísindina.
- Mítt mál er at koma fram til eitt vísindaligt forstáilsi av lívinum, sum ikki avnoktar tær andaligu síðurnar av tilveruni, sum menniskjan higartil bert hevur funnið í átrúnaði og mystikki.
Ivin í hásætið
“Det kan godt være, det er dybt menneskeligt at være troende. Men mennesket er helt sikkert det eneste dyr, der kan tvivle. Intet er nemmere end at blive i sin tro. At blive i sin tvivl, at tåle den, er den egentlige opgave. Det er det, der gør os til ansvarlige mennesker”.
Soleiðis endar Jesper Hoffmeyer sína nýggjastu bók. Eg biði mannin útgreinað hesar reglur, og hann fer at práta um ivan, sum er tann mest háborna meginreglan í øllum vísindaligum arbeiði. Ja, hann fer enntá so langt sum at siga, at tað at ivast í øllum er ein beinleiðis moralsk skylda. Og hann eftirlýsir, at hansara lívfrøðiligu starvsfelagar eisini loyva ivanum framat. Og at lívfrøðin verður meiri tilvitað um, at hennara útgangsstøði stundum er meiri ideologiskt enn tað er vísindaligt.
- Í staðin fyri at viðurkenna teir veikleikar, sum ein og hvør teori hevur, so hevur náttúruvísindin fingið ein dogmatiskan profil, sum ger hana veikari og meiri viðbrekna yvir fyri kritikki, heldur Hoffmeyer.
Professarin óttast, at tann stívrenda og treiska burturvísingin av øllum, sum ikki kann mátast og vigast, hevur rikið nógv djúphugsin menniskju í armarnar á alskyns yvirnatúrligum søgum um universið, sum einki hava við vit og skil at gera.
- Fólk kenna seg ikki aftur í tí neo-darwinistisku søguni um heimin og um menniskja. Tí flýggja tey til okkurt annað. Og religiøsu fundamentalistarnir hava rætt í, at læra Darwins ikki er ein total og fullfíggjað frágreiðing um lívsins menning á jørðini. Men tað átti vísindin sjálv at komið fram til, endar Jesper Hoffmeyer.