Data-kríggj á fartelefonini

Tað tók ikki nógvar tímar, áðrenn Vodafone hevði svarað Føroya Tele aftur við mest sum fríari datanýtslu á fartelefonnetinum

Fyrr í dag kunngjørdi Føroya Tele, at Ver-haldini nú kunnu fáast við upp til 1GB av data. 

Vanliga plaga telefeløgini at svara hvørum øðrm skjótt aftur, og tað tók heldur ikki meira enn nakrar fáar tímar, áðrenn Vodafone var komið við sínum aftursvari.

Tey, ið hava RED small fáa nú tíggjufalda sína datamongd og kunnu nú brúka 1 GB av data um mánaðin. Tey við RED medium og RED Large fáa seksfalda datamongdina og kunnu nú brúka ávikavist 3 GB  og 6 GB um mánaðin, fyri sama prís, skrivar Vodafone í tíðindaskrivi.