Datt 3 metrar niður á stiga

Í gjár datt ein arbeiðsmaður í Oyrabakka av stiganum og lendi á niðasta trininum, sum hann fekk millum beinini

Um middagsleitið í gjár kom ein arbeiðsmaður, sum arbeiðir við nýggja skúlanum Við Streymin til skaðis, tá hann datt tríggjar metrar niður av einum stiga. 

 

 

Maðurin lendi á niðasta trininum á stiganum, sum hann fekk millum beinini. Kynsgøgnini hjá manninum tóku skaða og hann fór tí á sjúkrahúsið til viðgerðar. 

 

 

Les eisini onnur polititíðindi: Løgreglan leitar eftir bilførara

 

 

Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at boð vórðu send eftir Arbeiðseftirlitinum, sum hevur verið á staðnum. Arbeiðseftirlitið kemur síðani við einari fráboðan, har teirra niðurstøða um óhappið kemur til sjóndar.