David Beckham amerikanskur meistari

LA Galaxy vann í nátt amerikanska meistaraheitið í fótbólti, tá teir vunnu 1-0 á Houston Dynamo í finaluni í Major League Soccer. Fyrrverandi Everton framherjin, Landon Donovan, skoraði einsamalla málið í dystinum.

 

Finalan varð spæld á Home Depot Center í Los Angeles. Fyrsta tíman hendi lítið, hóast LA Galaxy hevði tríggjar fyrrverandi Premier League leikarar á vøllinum. David Beckham spældi allan dystin hóast ein minni skaða, meðan fyrrverandi Tottenham og Liverpool framherjin, Robbie Keane, mannaði álopspar saman við Landon Donovan.

 

Tað var eisini álopsparið, sum avgjørdi finaluna í seinna hálvleiki. Robbie Keane spældi Landon Donovan leysan, sum skoraði avgerandi málið.

 

David Beckham hevur nú vunnið meistaraheitið við trimum liðum í trimum ymiskum londum. Hann vann seks meistaraheitið við Manchester United í Onglandi, eitt við Real Madrid í Spania og nú við LA Galaxy í USA.

 

Sáttmálin millum David Beckham og LA Galaxy gongur út nú, men fyrrverandi enski liðskiparin vildi einki siga framtíðina. Bløðini hava sett bretan í samband við nýríka Paris Saint-Germain úr Fraklandi.